Hóri Reginsson settur sum barna- og ungdómsvenjari hjá Neistanum

Hóri Reginsson er settur í starv sum barna- og ungdómsvenjari hjá Neistanum og byrjar eftir summarfrítíðina í fulltíðarstarvi við ábyrgd fyri venjingum hjá U8-U14. Hann fer saman við Scott Harrington, høvuðsungdómsvenjara, at skipa og menna venjingarnar hjá hesum aldursbólkum.

 

Neistin er millum størstu hondbóltsfeløg í landinum. Seinasta kappingarár hevði Neistin nærum 600 leikarar á 59 liðum frá U6 til vaksnamannadeildirnar. Av hesum leikarum eru umleið 500 fødd í 2007 ella seinni. Hóri Reginsson er sjálvur uppvaksin í Neistanum og hevur seinastu árini spælt við besta mansliðnum.

 

Stóra tilgongdin til bæði Neistan og føroyskan hondbólt er gleðilig, men setur eisini størri krøv til felagið – bæði í mun til menning, trivnað og umsiting.

 

Neistin skal vera eitt trygt og gott frítíðartilboð til børn og ung í Havn. Tí er umráðandi, at vaksin eru til staðar í høllini, tá børnini koma úr skúla og savnast um hondbóltin – bæði til venjing og spæl.

 

Tí hevur Neistin seinastu árini miðvíst arbeitt við at styrkja venjarahópin, venjingarumstøðurnar og umsitingina av felagnum.

 

Við Hóra Reginssyni í hópinum hevur Neistin nú trý starvsfólk í fulltíðarstarvi, umframt fleiri tímalønt starvsfólk og mong sjálvboðin, sum hvørja viku leggja nógvar tímar í arbeiðið fyri felagið.

 

Við setanini av Hóra Reginssyni tekur Neistin enn eitt stig í arbeiðinum at menna eitt sterkt og trygt barna- og ungdómsumhvørvi, har børn og ung fáa bestu møguleikar at trívast og mennast – bæði sum hondbóltsspælarar og menniskju.