Bilasølan Norðbil lænti teimum 5 stórar og góðar Hyundai Sonata luksusbilar - teir flestu við V6 motori og 182 HK.
Birgir Dam Jacobsen, stjóri hjá Norðbil, sigur, at leikararnir vóru sera væl nøgdir við bilarnar, sum vóru til taks hjá teimum at brúka í síni frítið, og teir vórðu nógv brúktir.
Lýsingarfyritøkan Team 85 stuðlaði við at prýða bilarnar við reklamum, eins og Shell og Smyril Line eisini stuðlaðu tiltakinum.
Eingin keta er sterkari ein veikasta liðið, sigur Birgir, sum letur væl at samstarvinum við hinar sponsorarnar.