Norðborg
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, helt røðu, tá Norðborg kom á Klaksvík á fyrsta sinni Dýra biðidag.
Hon segði, at tað er ein stórur heiður fyri hana sum borgarstjóra at heilsa hesum stórbæra, vakra og nútímans skipi vælkomnum.
- Hetta er ein stórur og søguligur dagur fyri alt okkara land og ikki minni fyri Norðoyggjar og Klaksvík, her vit í so stóran mun byggja á og njóta gott av fiskivinnuni. Mest av øllum er hetta ein søguligur dagur hjá tykkum, sum mynda reiðaríið, P/f Hvalnes.
Borgarstjórin vísti á, at Norðborg, sum nú liggur við bryggju í síni heimahavn, er úrslit av einum arbeiði, sum ikki er komið eftir einari løtu.
- Her liggja nógv tung tøk og fleiri stórar avgerðir aftanfyri, eins og her eisini liggur ein spennandi og áhugaverd søga aftanfyri hetta reiðarí og hetta skip.
Gunvá segði, at upprunin til virksemið hjá Kristian Martini og hansara synum hevur sínar røtur í trimum úrmælingum, sum í sínari tíð komu úr Grótinum á Skipanesi.
- Hetta vóru Christian og Jógvan í Grótinum og Klavus í Trøllagili við eftirnavninum Rasmussen. Hesir tríggir komu til Klaksvíkar um og fyri aldaskiftið 1800/1900. Teir vóru ein sannur fongur fyri Klaksvík, allir megnarmenn, hvør á sínum øki, segði hon.
Ein av eftirkomarunum hjá hesum monnum var Palli Rasmussen, Palli hjá Marionnu, sum gjørdist kendur fiskimaður.
- Tað er tiltikið, tá norðmenn royndu yviri í Grønlandi, og smáligt var við fiskiskapi. Tá høvdu teir fyri at spyrja, "Hvor er den grønne?” Hetta var Polarstjørnan, sum Palli førdi.
Gunvá legði aftrat, at tá Palli sum 21 ára gamal eftir ein góðan útróðrartúr kom aftur við útróðrarbátinum Kvikki, har hann var bátsformaður, skuldi pápi hansara, Christian í Grótinum, fara fram við honum og siga: “Palli, einki reyp”.
- Er tað nakað, sum hevur eyðkent bæði Palla og eftirkomarar hansara, er tað hetta, at teir hava gjørt síni arbeiði til lítar, hava verið álitismenn, har teir hava verið – og einki reyp, sum hon tók til.
Borgarstjórin vísti á, at eins og hjá øðrum vinnulívsfólkum hava eisini hesir menn, sum nú eru komnir við stásiligum nýbygningi, møtt mótburði.
- Tað hevur ikki altíð gingið eftir vild, men teir hava við røttum ryggi og eyðmjúkleika tikið við bæði viðgongd og mótgongd.
Hon vísti á, at tá leiðirnar gjørdust truplar og rásin trong, vóru teir ikki ræddir at royna nýggjar leiðir í øðrum heimspørtum, har álitisbrøgd teirra veruliga komu til sjóndar.
Gunvá treiv eisini í søguna – frá tí, at Palli yvirtók gomlu Borðoyarnes frá Kjølbro, har Palli var skipari og álitismaður í mong ár.
- Kjølbro læt Borðoyarnes smíða á Skála Skipasmiðju í sekstiárunumm, og við hesum skipi vórðu lunnar lagdir undir hetta eydnusama og fyri Klaksvíkina ógvuliga gevandi felag. Í 1975 læt Kristian Martin Rasmussen, saman við pápa sínum, Palla hjá Mariannu, og Jákupi Ziskason, versoni Palla, tann fyrsta Christian í Grótinum smíða á Skála Skipasmiðju.
Hon vísti á, at Kristian Martin einsamallur yvirtók alt felagið miðskeiðis í áttatiárunum, og fram til 1992 rak hann felagið einsamallur, til synir hansara, Jón, Eyðun og Bogi, eisini komu uppí virksemið.
- Fimm ár eftir hetta – í 1997 – fara faðir og synir undir ta næstu stóru byggiverkætlanina, har teir lata tann næsta Christian í Grótinum smíða í Chili. Hesin kom á Klaksvík hin 15. mars í 1998. Hetta var eisini ein sera stór løta her í býnum, tí hetta var tann fyrsti nýbygningurin í 10 ár, sum kom til býin.
Gunvá vísti á, at P/F Christian í Grótinum á jólum í 1988 keypti partafelagið Hvalnes frá Eileri Jacobsen og øðrum. Tað var hetta felag, sum átti gomlu Norðborg.
- Síðani ognaði felagið sær í 1999 framleiðsluskipið Gardar úr Noregi. Hetta var um somu tíð, sum teir seldu gomlu Norðborg. Gardar fekk samstundis navnið Norðborg, og hetta skip ber í dag navnið Christian í Grótinum, nú annars so kendi Christian í Grótinum er seldur av landinum.
Borgarstjórin vísti eisini á, at P/f Christian í Grótinum í februar mánað í ár keypti teir fýra ísfiskatrolararnar, Nónhamar, Fjalshamar, Smaragd og Safir.
- Við allari hesari forsøguni sum barlast koma vit fram til hetta skipið, sum nú á fyrsta sinni liggur við bryggju í síni heimahavn í Ánunum.
Gunvá segði, at Norðborg er størsta fiskifar í Føroyum í dag. Skipið, sum er teknað á teknistovu í Ålesund í Noregi, er 83,4 metrar langt og 18,4 metrar breitt. Tað er skrásett at kunna lasta 1500 tons av frystivøru, 300 tons av mjøli og 150 tons av lýsi. Haraftrat rúma kølitangarnir til framleiðsluna 1200 tons.
- Eigararnir leggja stóran dent á at gagnnýta alla veiðuna. Tað er í sær sjálvum eitt stórt aktiv. Sildin verður skorin til flak, svartkjafturin verður heilfrystur og skráskorin.
Borgarstjórin segði, at menninir aftanfyri hesa verkætlan so sanniliga ikki bara hava arbeitt fyri at sæta sær sjálvum.
- Hóast neyðugt er við avlopi á botnlinjuni, hava teir verið góðir fyri mangt í mentan eins væl og í býnum annars. Eisini hava teir latið frá sær til aðrar partar í landi okkara. Skamt frá okkum er frystihúsið, sum felagið hjá Christian í Grótinum er triðingspartnari í saman við JFK og Faroe Ship. Felagið smæddist heldur ikki fyri at fáa hesa 317 metrar longu kaisíðu fullførda við at vera við í fíggingini.
Gunvá við Keldu vísti á, at eftir torførar tíðir, koma betri tíðir.
- Soleiðis hevur føroyska samfelagið livað ígjøgnum øldir. Norðborg er við til at birta framtíðarvónir bæði búskaparliga og menniskjansliga, segði borgarstjórin.