Norðmenn selja nógvan heilfrystan upsa

Norski útflutningurin av upsa øktist við 4200 tonsum, um samanborðið verður við mai 2007. Tað er meira enn tvífalt, av tí tað var somu tíð í farna ári. Men tað at norðmenn útfluttu knapt 8000 tons av heilfrystum upsa, sæst sjálvandi aftur í prísinum. Miðalprísurin í mai var 7,91 NOK fyri kilo, sum er 70 oyru minni, enn miðalprísurin var fyri allar teir 5 fyrstu mánaðarnar í ár.

Ongantíð áður hava norðmenn útflutt so nógvan heilfrystan upsa,í ein mánaða, sum teir útfluttu í mai í ár.

Nú er tað Ukraina, sum keypir størstu nøgdirnar av heilfrystum upsa úr Norra, teir hava higartil í ár keypt 8265 tons, skrivar fiskaren.no.