Í dag verður Norðoya Sparikassi hundrað ár. Hátíðardámur er á deildunum hjá sparikassanum, og fólk eru vælkomin inn á gólvið, men stóra føðingardagshaldið verður í Klaksvík leygardagin.
Umleið 50 fólk starvast í Norðoya Sparikassa. Tey flestu á høvuðsdeildini hjá sparikassanum í Klaksvík, hini á deildunum í Fuglafirði og í Havn.
Mett verður, at Norðoya Sparikassi eigur umleið 13 prosent av føroyska marknaðinum, men í Norðoyggjum, har sparikassin hevur sín uppruna og høvuðssæti, er marknaðarparturin munandi størri – úti við helvtin.
Útlánini hjá Norðoya Sparikassa eru slakar tvær milliardir krónur. Umleið tveir triðingar av hesum eru privatlán, ein triðingur er vinnulán. Innlánini eru góðar 2,3 milliardir krónur. Eginpeningurin er umleið 240 milliónir krónur.
Norðoya Sparikassi hevur stórt føðingardagshald í Klaksvík leygardagin. Í KÍ høllini verður føðingardagur fyri tey vaksnu, og í Badmintonhøllini verður hald fyri børnini. Millum tey, sum luttaka í føðingardagshaldinum, eru Lars Løkke Ramussen, Anders Lund Madsen, Teitur Lassen, Eivør, Hallur Joensen, Bubu, Kular Røtur og Maria á Lakjuni. Skrá fyri føðingardagin er at finna á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa.