Norðuratlantsbólkurin kollveltandi

Tjóðveldi hevur sum næsti flokkur kunngjørt valskrá og –lista til fólkatingsvalið, og valskráin byggir í stóran mun á tað arbeiði, ið Norðuratlantsbólkurin hevur gjørt, og framhaldandi fer at gera, verður eitt av teimum 19 valevnunum valt á danating.

Tað hevur broytt føroyskan politikk á fólkatingi radikalt, at Norðuratlantsbólkurin varð settur á stovn í 2000.
Tað heldur formaður Tjóðveldis, Høgni Hoydal. Og hann ætlar eisini, at eitt møguligt umboð fyri flokkin framhaldandi skal arbeiða eftir sama leisti, sum gjørt er hesi seinastu 11 árini.
Høgni Hoydal sigur, at bólkurin framvegis hevur stóran týdning, sjálvt um tað skuldi hent seg, at eitt unboð fyri grønlendska Siumut verður valt á danating, og ikki fer at taka lut í arbeiðinum hjá bólkinum.
- Nú vita vit sjálvandi ikki, um vit fáa umboð á Fólkatingi eftir valið, men við Norðuratlantsbólkinum hava vit megnað at sloppi burtur frá partapolitiska arbeiðinum. Vit hava sum einasti flokkur greitt sagt frá, at vit ikki framan undan selja okkara atkvøðu til nakran einstakan danskan flokk, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tað skapar eina óvissu, at ein av stóru atkvøðuslúkunum og fyrrverandi umboð fyri Tjóðveldi á Fólkatingi, Sjúrður Skaale, nú hevur gjørt av at venda flokkinum baki og í staðin stillar upp fyri Javnaðarflokkin.
- Vit føra sama politikk fram, sum vit altíð hava gjørt, og so mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Høgni Hoydal
Tjóðveldi stillar heili 19 fólk upp til fólkatingsvalið, men tað heldur formaðurin er ikki so nógv. Hann sigur, at Fólkatingið ikki er avgerandi fyri flokkin, men at eitt møguligt umboð altíð fer at arbeiða fyri sama máli, sum Tjóðveldi hevur á Løgtingi.
Eitt, sum kanska sermerkir listan hjá Tjóðveldi, er javnstillanin millum kvinnur og menn. Á listannum eru bert sjey av teimum 19 uppstillaðu kvinnur.
- Hetta er innan fyri tað kynsbýti, ið Tjóðveldi arbeiðir eftir. Vit skulu eisini minnast til, at Unga Tjóðveldi hevur stilla tvey fólk upp, og tað eru tveir menn, og hetta flytir sjálvandi býti, sigur Høgni Hoydal.

Listin hjá Tjóðveldi sær annars soleiðis út:
Annita á Fríðriksmørk, Tórshavn
Arni Nielsen, Fámjin
Bergtóra H. Joensen, Hoyvík
Bjørt Samuelsen, Hoyvík
Gunnvør Balle, Argir
Heini Holm, Kvívík
Heini O. Heinesen, Kunoy
Hergeir Nielsen, Vágur
Herman Oskarsson, Tórshavn
Høgni Hoydal, Hoyvík
Ingolf Olsen, Sørvágur
Jóhann Lützen, Klaksvík
Margretha Nónklett, Runavík
Óluva Klettskarð, Klaksvík
Páll á Reynatúgvu, Sandur
Sirið Stenberg, Vágur
Tórbjørn Jacobsen, Glyvrar
Fyri Unga Tjóðveldi:
Jenus í Trøðini, Vágur
Jógvan Arnason Djurhuus, Tórshavn