Norðurlandaráðið er farið undir 51. fundin, sum hesa ferð verður hildin í Ríkisdegnum í Stockholm. Fundurin verður í døgunum 8. til 11. nov., og høvuðsevnini á skránni í ár eru globalisering, viðurskifti hjá børnum og ungum í Norðurlondum og nærumhvørvinum, broytingar í arbeiðslívinum, mørkleys Norðurlond og sjálvboðið arbeiði. Forsætismálaráðharrarnir í ymsu Norðurlondunum fara at greiða frá arbeiðinum hjá stjórnum teirra fyri norðurlendskum samstarvi.
Danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, legði fyri í politiska aðalorðaskiftinum í gjár. Danmark eigur í komandi formansskapin í norðurlendska samstarvinum. Høvuðsevnið í danska formansskapinum verður: norðurlendsku vælferðarstatirnir - fakligt innlit, menniskjansligt útsýni. Danmark tekur við formansskapinum á nýggjárinum.
Í gjár vóru nógvir fundir á hægsta stigi hildnir. Forsætismálaráðharrarnir í Norðurlondum høvdu fund, somuleiðis var fundur millum Føroyar, Grønland og Áland, og nevndin í Norðurlandaráðnum hevði eisini fund. Umframt høvdu forsætismálaráðharrarnir í Norðurlondum fund við stjórnarleiðararnar í teim baltisku londunum.
Norðurlandaráðsfundurin er kortini ikki bert fundir, pappír og langar røður. Mentunarlig innsløg eru eisini á skránni. Ymiskir norðurlendingar fara at framføra ymiskt um kvøldið, og føroyski trubadururin Jógvan Andrias Joensen saman við norðmanninum Tore J. Bruvoll er ein teirra.