Norðdepil missir vatnið fyrrapartin í morgin

- Arbeitt verður uppá vatnveitingina í bygdini. Tí verður neyðugt at skrúva fyri vatninum fyrrapartin.

Í Norðdepli verður einki vatn í kranunum fyrrapartin í morgin. 

 

Men, ert tú nóg tíðliga á fótum og kanst tappa tær vatn, kanst tú í øllum førum hava nóg mikið til kaffikannuna, ketilin og grýtuna.

 

Í Hvannasunds kommunu siga tey, at skrúvað verður fyri vatninum í Norðdepli í morgin klokkan 09.

 

Sum skilst, er væntandi, at vatnið verður burtur fram til miðdags - ella so leingi, sum arbeiðið varar.

 

Orsøkin til, at skúvað verður fyri vatninum í morgin, er, at arbeitt verður uppá vatnveitingina í Norðdepli.