Norðdepil: Tveir bilførarar verið hjá løgregluni

Løgreglan hevur nú fingið samband við bilføraran, tey sóknaðust eftir í gjár í sambandi við harðskapin í Norðdepli

 

 

Í gjár sóknaðist løgreglan alment eftir einum bilføraranum, ella fólkunum í einum myrkum persónbili í samband við harðskapsmálið Norðdepli, har fýra fólk vórðu stungin við knívi sunnumorgunin.

 

Vitni høvdu sæð bilin fara norðureftir frá Norðdepli á byrgingini til Havnnasund, tá ið ein ungur maður, ið var staddur við byrgingina, veitraði til bilin, og royndi møguliga at steðga honum. 

 

Og tað var ikki til fánýtis, tí løgreglan sigur í morgun, at tveir bilførarar við myrkum bilum hava boðað frá, at teir vóru harum vegir hesa tíðina sunnumorgunin.

 

Løgreglan sigur, at talan er um rætta bilføraran og frágreiðingin frá honum verður nú brúkt í royndunum at fáa eina heildamynd av tí, sum fór fram hendan dramatiska sunnumorgunin í Norðdepli.