Norðís á Eiði verður nú selt

Alt bendir á, at Fiskavirkið Norðís á Eiði, sum hevur ligið stilt tað mesta av einum ári, nú verður selt.

Alt bendir á, at Fiskavirkið Norðís á Eiði, sum hevur ligið stilt tað mesta av einum ári, nú verður selt. Tað er Útnorðurgrunnurin, sum eigur virkið, men stjórin í grunninum, Sverri Hansen, vildi í dag ikki vátta, at sølan er farin fram.

 

Tá in.fo nevndi ein møguligan keypara fyri honum, helt hann, at vit kundu spyrja viðkomandi fyrst, áðrenn hann úttalaði seg. Í morgun kundi hann bara siga, at tað er Útnorðurgrunnurin, sum framvegis eigur virkið.

 

Av Eiði frættist annars, at hurðar á virkinum hava staðið opnar í vikuni, og at alt bendir á, at ein søla er ógvuliga nær.

 

Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, vildi í morgun heldur ikki vátta, at virkið er selt, men helt fyri, at kanska er okkurt í umbúna, sum hann tók til.

 

Tað er Eiðis kommuna, sum eigur havnarlagið og soleiðis eisini lendið undir virkinum.

 

Grímur Hammer, formaður í Arbeiðsmannafelagnum á Eiði, sigur, at tey vita einki ítøkiligt um, at virkið nú verður selt, men vegna limir sínar sigur hann seg vóna, at virksemið aftur verður á fyrrverandi Norðís.

 

- Vit hava nakrar limir á Bátafiski á Eiði, men vit høvdu enn fleiri á Norðís. Vit hava eisini nakrar limir, sum eru arbeiðsleysir, og tí vóna vit, at virksemið skjótt verður aftur á fiskavirkinum, sigur Grímur Hammer.