Ein væl kendur maður í Suðuroy verður nú venjari hjá FC Suðuroy. Liðið flutti niður í heyst, og dagsskráin er aftur at vinna pláss í bestu deildini.
Nýggi venjarin er Markus Thorberg úr Norra, sum í 2023 og 2024 var miðvallari í TB, og sum í 2024 eisini var venjari.
FC Suðuroy skrivar soleiðis í dag:
Tað er gleðiligt at kunna kunngera, at Markus Thorberg verður nýggjur høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy.
Markus er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Markus hevur frammanundan verið venjari hjá TB og var høvuðsvenjari, tá TB, saman við okkum, flutti upp í bestu deildina í 2024.
Markus er ein ungur, spennandi venjari, sum kemur at byggja víðari uppá tað, sum vit hava gjørt síðstu árini. Hann kom til landið í gjár og er longu farin til verka.
Vit ynskja Markusi vælkomnan til FC Suðuroy og ynskja honum bestu eydnu.
Samstundis vilja vit takka Pól Thorsteinsson fyri hansara sera stóra arbeiði í FC Suðuroy síðstu árini og ynskja honum bestu eydnu í NSÍ, skrivar FC Suðuroy.











