– Okkara støða sum kjarnorkuveldi er als ikki til samráðingar, sigur Kim Yo-jong í einari fráboðan, sum almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA hevur borið.
Hon leggur afturat, at Norðurkorea ikki fer at góðtaka hóttanir uttanífrá.
Útmeldingin kemur stutt undan sjáldsamu vitjanini hjá Xi Jinping í Norðurkorea. Tað verður fyrsta vitjanin hjá kinesiska forsetanum í landinum í nærum sjey ár.
Fyrr í vikuni vísti Norðurkorea fram eina nýggja verksmiðju til framleiðslu av kjarnorkutilfari. Samstundis heitti Kim Jong-un á landið um at víðka kjarnorkuvápnaarsenalið.
Sambært suðurkoreansku tíðindastovuni Yonhap hevur Kim Jong-un eisini sett sær fyri at meira enn tvífalda framleiðsluna av missilum komandi fimm árini.
Kina er týdningarmiklasti diplomatiski og politiski stuðulin hjá Norðurkorea. Reuters skrivar, at Kina hevur arbeitt fyri at styrkja sambandið við Norðurkorea, eftir at landið hevur fingið tættari samband við Russland.
Norðurkorea hevur millum annað sent bæði hermenn og vápn til stuðuls fyri russiska krígsførsluna í Ukraina.
Vitjanin í Norðurkorea verður fyrsta almenna uttanlandsferðin hjá Xi Jinping í ár. Hon kemur eftir, at hann í síðsta mánaði hevði toppfundir við bæði amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska forsetan, Vladimir Putin.
/Ritzau/AFP/











