– Tað er ikki fyrr enn tað trongir inn millum oyruni á fíggjarmálaráðharrunum, hvussu týdningarmikil sálarheilsan er, at tað ordiliga ger mun
Tað var H.K.H Krúnprinsessa Mary, sum setti stóra norðurlendska toppfundin í psykiatri, sum fríggjadagin varð hildin í Keypmannahavn. Evnið á fundinum var avstgmatisering og um, hvussu arbeiðast kann við at burturbeina tabu, neiligar uppfatanir og eyðkenni, sum alt ov ofta verða tengd at fólki við sálarligum trupulleikum.
Toppfundurin er komin í lag í sambandi við at Nordisk Ministerråd fekk eina frásøgnum um, hvussu samstarvið á heilsuøkinum kann styrkjast í Norðurlondum. Eitt av tilmælunum var at skipa ein toppfund um psykiatri. Fyrsti fundurin og varð hildin í Danmark , har m.a. heilsu- og eldraráðharrin Sophie Løhde, almannamálaráðharrin Karen Ellemann, fyrrverandi forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen, norski heisusmálaráðharrin Bent Høie, luttóku.
Tað var í fjør, tá Ísland hevði formansskapin í Norðurlandaráðnum, at sjóneyðkan varð sett á sálarheilsuna, og lunnar lagdir undir hendan toppfundin. Hugsanin er, at vit í norðurlondunum hava nógv at læra av hvørjum øðrum, fáa góðu hugskotini hjá hvørjum øðrum og taka eitt felags lógvatak fyri at lyfta psykiatriska økið á tað støði, sum sømir seg norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum.
Umframt upplegg frá politikarum vóru eisini verkstovur frá fakfólkum, sjúklingum og avvarðandi, har evnini arbeiðsmarknaðurin, sjúklingar og avvarðandi, at hjálpa børnum og ungum tíðliga, kampanjur, leikluturin hjá starvsfólkum og gransking vóru á skránni.
Úr Føroyum luttóku umboð fyri Heilsumálaráðið og Psykiatriska Depilin. Leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum, Tormóður Stórá, sigur, at tað gjøgnumgangandi eru tær somu avbjóðingarnar, sum øll norðurlondini stríðast við í sambandi við stigmatisering, men eitt sindur ymiskt, hvussu arbeitt verður við hesum. Raðfestingar hjá politikarunum av psykiatriska økinum eru eisini eitt sindur ymiskar, og ymiskt hvussu so tilfeingið verður brúkt. Á summum økjum eru normenn rættuliga frammalaga, á øðrum økjum finnar ella danir og sviar. Men haldi nú eisini at bæði vit og íslendingar eru rættuliga væl við á nógvum økjum og at vit í góðum samstarvi her í norðurlondum í felag kundu lyft okkum fram á leið. Vit hava gott samstarv við fleiri støð í Danmark og á fundinum fingu vit eisini høvi at tosa saman við íslendingar og hava gjørt avtalu um at hittast seinni og vita um vit ikki kunnu gera meira við samstarvið okkara millum.
– Sum heild haldi eg, at toppfundurin varð væleydnaður og fekk varpað ljós á eitt umráðandi øki, har tað enn einaferð framgekk, at tey sum sita við politiska stýripinnin mugu skilja týdningin av at raðfesta sálarheilsuna. Men sum Poul Nyrup Ramsussen legði dent á, so er tað ikki nóg mikið at heilsu- og almannaráðharrarnir skilja hetta, tí tað er ikki fyrr enn tað trongir inn millum oyruni á fíggjarmálaráðharrunum, hvussu týdningarmikil sálarheilsan er, at tað ordiliga ger mun, sigur Tormóður Stóra, leiðandi yvirlækni, sum luttók á norðurlendska toppfundinum um psykiatri.