Norðurlond umhugsa at forbjóða russarum at keypa fastogn

Orsøkin er stúranir um, at ognirnar verða brúktar til njósning

Nógv er broytt, síðani tey í Kirkenes fóru at skriva við russiskum á skeltini fyri at lokka russisk ferðafólk til býin (Mynd: NTB)

Bæði í Finnlandi, Noregi og Svørríki umhugsa tey at seta forboð fyri, at russiskir ríkisborgarar kunnu keypa fastogn. Tað skriva fleiri norðurlendskir miðlar, m.a. norska kringvarpið NRK og svenska kringvarpið SVT.

 

Orsøkin er stúranir um, at ognirnar kunnu brúkast til njósning móti samfelagskritiskum infrakervi.

 

Í heyst kemur ein norskur arbeiðsbólkur við einum áliti um, hvussu til ber at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at brúka ogn og feløg til at njósna móti norskum myndugleikum.

 

Tað er serliga Finnlandi, tey í Noregi hyggja eftir, nú metast skal um, hvørji átøk skulu setast í verk.

 

Í Finnlandi hevur í nøkur ár verið neyðugt við góðkenning frá myndugleikunum, áðrenn russiskir og aðrir ikki-EBS ríkisborgarar sleppa at keypa ogn í Finnlandi. Arbeitt verður nú við at víðka hetta til eitt totalforboð fyri, at russiskir ríkisborgarar kunnu keypa ogn í Finnlandi. Eisini svenska trygdarløgreglan, Säkerhetspolisen (Säpo) kannar í løtuni, um eitt slíkt forboð skal setast í verk í Svørríki.

 

Fyrr í ár boðaði finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkänen, frá, at hann hevði sett ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar at forbjóða russiskum ríkisborgarum at keypa fastogn í Finnlandi.

 

– Vit vita, at Russland brúkar fastogn í ávísum royndum at fáa ávirkan. Tað er trupult frammanundan at staðfesta, hvørji sløg av ognarskapi kunnu elva til trupulleikar. Hetta er orsøkin til, at vit í lógarfyrireikandi arbeiðinum byrja við einum totalforboðið, sum fer at fevna um neyðug undantøk. Tá ið arbeiðsbólkurin er komin nakað áleiðis við arbeiðinum ber til at meta um, í hvørjum líki lógin verður løgd fram, segði Antti Häkkänen í einum tíðindaskrivi í januar.

 

Í Noregi eru ymisk átøk sett í verk seinsatu árini, ið gera tað truplari hjá russiskum ríkisborgarum at koma inn í landi. Eitt nú bleiv í fjør sett forboð fyri, at russiskir bilar kunnu ferðast um norska markið, eins og innferðarkrøvini til russiskar ríkisborgarar, sum ætla sær at ferðast til Noregs, vórðu herd.

 

Í juni í fjør varð norska Sikkerhetsloven broytt, soleiðis at myndugleikarnir nú hava heimild at ognartaka ognir, sum liggja tætt við samfelagskritiskt infrakervi.

 

– Um Verjan fær boð um, at ein ogn verður brúkt til virksemi, sum hóttir tjóðartrygdina, og Verjan ikki fær vart seg fyri hesum virksemi, so kann tað føra til átøk frá myndugleikunum, millum annað ognartøku.

 

Tað sigur John-Erik Vika, sum er norskur vararáðharri í løg- og tilbúgvingarmálum, við NRK.

 

Sambært NRK váttar Løg- og tilbúgvingarmálaráðið, at stjórnin umhugsar lóggávu, ið:

 

  • Setur krøv um, at útlendingar við bústaði uttanfyri EØS-økið skulu góðkennast av myndugleikunum, um teir ætla sær at keypa fastogn.
  • Staðfestir, hvør skráseting av ognum tryggjar, at norskir myndugleikar hava hóskandi tamarhald á, hvør eigur ognir í Noregi.
  • Setur avmarkingar á rættin hjá útlendingum at keypa fastogn tætt við hernaðarstøðir.

 

 

 

Nógv er broytt, síðani tey í Kirkenes fóru at skriva við russiskum á skeltini fyri at lokka russisk ferðafólk til býin (Mynd: NTB)