Norsku myndugleikarnir bjóða sær nú til at hjálpa skiftisstýrinum í Libya at umsita landsins ovurstóra oljuríkidømi. Tað sigur Erik Solheim, olju- og menningarmálaráðharri, við norsku fjølmiðlarnar.
Sambært ráðharranum kann Noreg hjálpa tí nýggja stýrinum í Libya við fíggjarumsiting, samskiftinum við útlendsk oljufeløg og at fyribyrgja umhvørvisdálking. Eisini eru norsku myndugleikarnir til reiðar við vegleiðingum um, hvussu myndugleikar kunnu forða fyri korrupsjón í oljuuvinnuni.
Erik Solheim er ikki í iva um, at tað er neyðugt við skjótari hjálp, tí annars fara oljufeløg at gera sær dælt av støðuni í Libya.
-Oljufeløgini hava skund at sleppa yvir um Miðjarðarhavið, langt áðrenn vápnini eru tagnað, sigur hann og leggur afturat, at tað ræður um at bera skjótt at, so pengarnir frá oljuvinnuni ikki fara av landinum, men verða brúktir til at menna Libya.