Tað verður nú seinnapartin klokkan 16.30, at punktum verður sett fyri HM endaspælið í hondbólti á hesum sinni.
Vertirnir í Fraklandi vórðu undan kappingarbyrjan roknaðir at vera stórir favorittar at vinna kappingina. Frakland er annað at liðunum í finaluni.
Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at Danmark hevði góðar møguleikar at spæla seg í finaluna. Soleiðis gekk ikki, tí Danmark varð varpað úr kappingini eftir tap ímóti Ungarn í áttanda parta finaluni.
Ein onnur av okkara brøðratjóðum, Noreg, hevur tikið allan hondbótsheimin av bóli við at spæla seg í finaluna. Harvið er tað greitt, at Noreg vinnur í hvussu so er silvur merkini. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Noreg vinnur heiðursmerki í HM kappingini.
Fyri 37 árum síðani – um mánaðarskiftið januar/februar í 1980 – var HM endaspæl í C bólkinum í Føroyum. Nógv vatn er runnið í hondbóltsánna síðani tá. Meðan Frakland og Noreg nú eiga bestu hondbóltsliðini í heiminum, so vóru tey í C bólkinum fyri 37 árum síðani.
Noreg vann allar fýra dystirnar í innleiðandi umfarinum í bólki A – eitt nú 24-17 ímóti Føroyum í Klaksvík. Í bólki B var spenningurin størri. Frakland og Ísrael endaðu bæði við seks stigum, og Frakland rakk í finaluna, tí málmunurin var betri enn tann hjá Ísrael. Í innanhýsis uppgerðin teirra millum vann Frakland 20-18 í Vági.
Finalan millum Frakland og Noreg var í ítróttarhøllini á Hálsi 9. februar í 1980, og hon var ógvuliga spennandi. Úrslitið var 21-19 til Frakland, sum harvið vann HM í C bólkinum í 1980. Í dag verður greitt, um tað verður Frakland ella Noreg, sum fer at vinna HM finaluna í A bólkinum.