Noreg vil hjálpa Danmark við eftirliti í Grønlandi

Ein avtala, sum er undirskrivað millum Noreg og Danmark, kann slóða fyri, at Noreg fer at læna Danmark hernaðarflogfør til eftirlit í Grønlandi

 

Tore O. Sandvik og Troels Lund Poulsen undirskriva avtalu í Brüssel. Myndina eigur norska verjumálaráðið

Noreg og Danmark hava nú undirskrivað avtalu um verjusamstarv.

 

Verjumálaráðharrarnir í Noreg og Danmark, Tore O. Sandvik og Troels L. Paulsen, skrivaðu gjáramorgunin undir eina nýggja verjuavtalu landanna millum.

 

Verdens Gang veit at siga, at avtalan varð undirskrivað í Brüssel.

 

- Líknandi avtalur við eitt nú Stórabretland, Frakland, Týskland og Niðurlond eru longu undirskrivðar - ella eru á trappuni, veit ávísin at siga. 

 

Tíðindastovan NTB sigur, at avtalan millum Noreg og Danmark fevnir um eitt nú hernaðarvenjing, upplæring, rakstur og viðlíkahald av útgerð.

 

Haraftrat skulu Noreg og Danmark samstarva um íløgur í verjuútgerð, og her verður mett, at eitt slíkt samstarv fer at gera, at kostnaðurin av keypi og viðlíkahaldi verður minni.

 

Danska sjónvarpsstøðin TV2 veit at siga, at avtalan millum Noreg og Danmark eisini kann slóða fyri, at Danmark kann lána norsk hernaðarflogfør til eftirlit í Grønlandi.

 

 

 

Tore O. Sandvik og Troels Lund Poulsen undirskriva avtalu í Brüssel. Myndina eigur norska verjumálaráðið