Norrøna klár aftur leygardagin


 

Í hesi vikuni verður Norrøna aftur klár at seta í millumlandasigling.

Hendan seinasta mánaðin hevur hon verið á skipasmiðju í Fredericia, har ymiskt er gjørt við hana, eitt nú skuldi broytingar gerast umborð fyri at lúka altjóða skipasýniskrøvini.

Størsta broytingin umborð er, at biladekkið er býtt sundur í tríggjar deildir við vatntættum skottum, so at um sjógvur skuldi komið inn á biladekkið, sleppur hann bara um ein part av skipinum, og ikki um alt skipið. Somuleiðis eru bulbar gjørdir upp á reyvuna á henni, tað er eisini gjørt fyri at kunna halda krøvini um flótievni.

Áki Jespersen á Smyril Line sigur, at hetta arbeiðið er nú komið so langt, at Norrøna verður klár at seta í millumlandasigling aftur nú leygardagin .

Fyrsta fráferðin verður úr Hanstholm leygardagin, til Føroya og so fer hon avstað aftur mánadagin.

Millumlandasiglingin hevur verið so mikið væl eydnað, at tað hevur verið neyðugt at sigla fleiri ferðir, tí tað er ov lítið bara at sigla eina ferð.

Í vetur er siglingin skipað soleiðis, at líka vikur siglur hon tvær ferðir og ólíka vikur siglur hon eina ferð ímillum Hanstholm og Havnina.

Umframt at farmurin er nógvur, er tað eisini alsamt fleiri ferðafólk at flyta. Fyrsta túrin eru eini 80 ferðafólk við og annan túrin aftur skulu 100 ferðafólk við.