Ein norsk kvinna, sum hevur arbeitt fyri felagsskapin »Læknar uttan landamørk« í vesturafrikanska landinum Sierra Leone, hevur fingið ebola-sjúkuna og er nú á veg heim.
Kvinnan er í kvøld farin úr Freetown í Sierra Leona við einum serútgjørdum flogfari til sjúraflutnings, og ætlandi lendir flogfarið í nátt ella morginári í Norra, har tey hava gjørt nógv burtur úr venjingum og øðrum, so tey eru fyrireikað at taka ímóti ebola-sjúklinginum.
Tað fer at taka eina til tvær vikur, áðrenn læknarnir á Ullevål-sjúkrahúsinum í Oslo kunnu siga, um kvinnan verður frísk ella ikki, og møguliga kemur upp á tal at royna viðgerð við heilivági, sum enn tó bert er royndur fáar ferðir, men við rættiliga góðum úrsliti.
– Vit halda, at sera lítil vandi er fyri, at ebola-sjúkan kann breiða seg í Norra, tí norska heilsutænastan er væl fyrireikað til at viðgera fyri sjúkuna, uttan at starvsfólkini skulu koma í vanda, sigur norski heilsustjórin, Bjørn Guldvog.
Ov seint í gongd
Higartil hevur ebola-sjúkan í hesum umfarinum kravt 3.400 mannalív og 7.500 eru smittað, umframt at talið á nýggjum tilburðum tvífaldast triðjuhvørja viku.
– Tað er lætt at vera klókur aftaná, men hevði alt heimssamfelagið givið sjúkuni gætur fyrr, høvdu vit kanska fingið avmarkað hana, sigur norski forsætisráðharrin, Erna Solberg.
Koppsetingin, sum nøkur smittað heilsustarvsfólk hava fingið, er enn ikki ment so nógv, og tí verður tað í fyrsta lagi í næsta ár, at talan kann vera um hópkoppseting fyri ebola.