Norsk F-35 stríðsflogfør eru komin til Póllands

- Hetta er aðru ferð, at norsk F-35 flogfør hjálpa til í Póllandi, har leikluturin hesaferð verður at ansa eftir pólskum loftrúmi

Tvey norsk F-35 stríðsflogfør eru í dag lend í Póllandi, og seinni koma tvey norsk flogfør aftrat til landið.

 

Fløgførini eru lend í pólska býnum, Poznan, eins og manning og teknikarar eisini eru komnir til flogførini.

 

Norsku jagaraflogførini skulu verða við í einum Nato-átaki, sum hevur til endamáls at verja loftrúmið yvir Póllandi.

 

Tv2.no veit at siga, at hetta er aðru ferð, at norsk F-35 flogfør hjálpa til í Póllandi.

 

Hesaferð skal norska flogmanningin starvast í tøttum samstarvi við F-35-flogfør og manningar úr Niðurlondum.