HETTA er tann tíðin, tá ferðafólkini byrja at koma til Føroya. Norrøna er júst farin undir summarsiglingina, og Atlantsflog er farið og fer undir fleiri av sínum týðandi rutum, eitt nú til Aberdeen og Stavanger. Hetta er eisini tann tíðin, tá útlendskir sendiharrar í Danmark banka upp á dyrnar og vilja hitta fólk, sum teirra land hevur brúk fyri at hava góð viðurskifti við.
HERFYRI vitjaði nýggi bretski sendiharrin í Danmark, og mánadagin kom nýggi norski sendiharrin í Danmark til Føroya. At nettupp tvey av næstu grannalondum okkara og tvey lond, sum vit hava og helst fara at fáa enn betri samband og samvinnu við, hava fingið nýggjar sendimenn í Danmark - og sum eisini hava Føroyar sum sítt ábyrgdarøki - leggja leiðina til Føroya nærum um sama mundið er kanska eitt positivt tekin. Nú um dagarnar úttalaði býráðsformaðurin í Havn seg um nettupp samvinnu okkara við tveir týðandi samstarvsbýir í Skotlandi og Noregi. Eingin ivi er um í okkara verð, at Stórabretland og Noreg verða tvey lond, sum vit føroyingar fara at hava nógv meira samstarv við í framtíðini, ikki minst vegna góða sjóvegis og loftvegis sambandið. Henda samvinna okkara, sum longu er, kann mennast munandi tað verið seg innan fiskivinnu, ídnað, aling, tøkni, oljuvinnu og eisini ferðavinnu. Ynskið og økti áhugurin frá bæði okkum og grannum okkara at fáa størri samvinnu kundi so eisini verið ein góður møguleiki hjá nýggja ferðavinnustjóranum at fylgt upp. Bøtta ferðasambandið skuldi verið ein so upplagdur tjansur fyri at fáa fleiri norðmenn, bretar og skotar henda vegin at ferðast. Tað er eisini nakað, sum nýggi norski sendiharrin í Danmark eigur at hava í huganum, nú hann og konan síggja og uppliva vakra land okkara.
UMFRAMT at menna samvinnuna á økjum vit longu samvinna á, so eiga vit eisini at seta skjøtil á samvinnuna á tí nýggja vinnuøkinum, sum fevnir um oljuna og tí harvið fylgir. Tí er tað eisini áhugavert at merkja sær, at sendiharrarnir í tveimum av fremstu oljulondunum um okkara leiðir, vitja og tað nettupp í eini tíð, har føroyingar eru við at seta spónin í. Tað skal vera vón okkara, at norsku sendiharrahjúnini kenna seg væl í Føroyum, og at tey koyra fingurin í jørðina og vita, hvussu føroyingar og norðmenn best kunnu samvinna á oljuøkinum. Undanmaður Dagfinn Stenseths, Thorvald Stoltenberg var í Føroyum fyri tveimum árum síðani, og tá legði hann upp til, at man frá norskari síðu vildi taka initiativ til eitt samstarv á oljuøkinum. Hetta sama hava bæði undanfarni forsætisráðharrin og nú eisini sonur hansara í hesum embæti sagt seg fúsar til. Áhugavert hevði verið, um norski sendiharrin hevði kunnað fylgt hesum upp og komið við nøkrum ítøkiligum uppskotum um, hvussu norska oljutjóðin kann geva sítt íkast til, at føroyingar fáa eina oljuvinnu, sum gagnar hesum samfelagnum sum frægast. Meðan bretar hava sagt seg vilja hjálpa við fysiska karminum kring loyvisgeving til oljuleiting, kundu norðmenn kanska hjálpt føroyingum at minka um teir negativu avleiðingarnar oljumenningin kann hava á eitt lítið og viðkvæmt samfelag. Thorvald Stoltenberg hevði stórar vissiónir um hesa samvinnu, men hann fekk aðrar altjóða uppgávur,sum forðaðu honum í at gera tær til veruleika. Nú hevur eftirmaðurin møguleikan at taka um endan, har Stoltenberg slepti og gera orð hansara til veruleika. Báðum londum til gagns. Dagfinn Stenseth skal vera vælkomin til at byggja brýr millum Føroyar og Noreg.