Tað er Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, ein grein 52a fyrispurning um evnið.
Ítøkiliga spyr hon soleiðis:
1. Hvørjar samlaðar inntøkur eru komnar í landskassan frá vinnurekandi við færri enn 15 starvsfólkum seinastu 5 árini, og hvussu stórur partur av hesum stavar frá smærri vinnurekandi í ferðavinnuni, so vítt gjørligt sundurgreinað á skattir, avgjøld og onnur gjøld?
2. Hvør hevur menningin av inntøkum frá ferðavinnuni verið seinastu 5 árini, og hvørja ávirkan metir landsstýriskvinnan, at lógin um burðardygga ferðavinnu hevur havt í hesum sambandi?
Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Eyðdis Hartmann Niclasen á, at seinastu árini hevur ein alsamt vaksandi partur av vinnulívinum í Føroyum verið skipaður sum smærri vinnurekandi við færri enn 15 starvsfólkum. Hetta sæst serliga innan ferðavinnuna, har nógv nýggj og smærri virksemi eru komin aftrat, bæði innan gisting, upplivingar, flutning og tænastur.
– Í hesum sambandi er áhugavert at fáa greiðu á, hvørjar inntøkur hesir smærru vinnurekandi lata landskassanum, og hvussu hesar inntøkur hava ment seg við tíðini.
– Serligur áhugi er fyri menningini seinastu 5 árini, tá ið ferðavinnan hevur verið í broyting, og har lógin um burðardygga ferðavinnu varð samtykt við endamáli at skipa og stýra menningini í vinnuni, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen í fyrispurninginum.
Ruth Vang hevur nú tvær vikur at svara spruninginum.










