Norwegian Star kom á Havnina klokkan í morgun og liggur við bryggju til klokkan 20.30 í kvøld. Tor Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum.
Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum, sum vitja Føroyar. Skipið er 294 metrar langt og 32 metrar breitt og er 91.740 bruttotons.
Tað hevur pláss fyri 2.298 ferðafólkum, tá tvey fólk búgva í hvørjum kamari, og manningin telur um 1.031 fólk. Sostatt kunnu tilsamans meira enn 3.300 fólk vera umborð.
Skipið varð bygt í 2001 og seinast umvælt í 2021.
Ferðin hjá Norwegian Star byrjaði í Reykjavík 9. august. Haðani hevur skipið vitjað Grundarfjørð, Akureyri, Ísafjørð og Seyðisfjørð, áðrenn leiðin gekk til Havnar.
Norwegian Star er ikki einsamalt ferðamannaskip á Havnini í dag. Le Lapérouse kom klokkan sjey í morgun og fer eftir ætlan avstað aftur klokkan 16.30.
Fitt av ferðamannaskipavirksemi verður eisini restina av august. Sunnudagin kemur Bolette, og mánadagin kemur Seven Seas Voyager. Seinni í mánaðinum koma millum onnur Seabourn Ovation, SH Diana, SeaDream II, Evrima, Hebridean Sky, Viking Mira og Marina.
Upprunaliga vóru 52 ferðamannaskipavitjanir ætlaðar í Havn í 2026, men sambært upplýsingum hjá Tórshavnar havn eru fimm vitjanir avlýstar. Verða eingi fleiri avboð, verða sostatt 47 vitjanir í ár.
Eftir vitjanina hjá Norwegian Star í dag standa í minsta lagi 14 ferðamannaskipavitjanir eftir á skránni hjá Tórshavnar havn. Tann seinasta, sum í løtuni stendur á skránni, er World Voyager, sum kemur 23. september.
##med2##
Til samanberingar vóru eisini 47 ferðamannaskipavitjanir í Havn í fjør. Tá komu umleið 19.500 ferðafólk og 9.300 starvsfólk við ferðamannaskipunum.











