Novak vann aftur Wimbledon

Wimbledon: Novak Djokovic vann á umstrídda Nick Kyrgios

Mynd: (Reuters) Novak Djokovic (t.v) og Nick Kyrgios

Novak Djokovic hevur vunnið Wimbledon 2022. Tað gjørdi hann við 3-1 sigri á Nick Kyrgios í gjár. Hetta er fjórðu ferð upp í slag, at serbiski tennisspælarin vinnur Wimbledon kappinginia, og sjeyndi ferð at hann vinnur kappingina samanlagt.

 

Tað var annars umstríddi Nick Kyrgios, ið vann fyrsta settið. Snarsinti tennisspælarin úr Avstralia var í síni fyrstu Grand Slam finalu. Hann er tiltikin fyri at skeldast og munnhøggast við alt og øll. Soleiðis var eisini í hitanum í London í gjár, men tað kom ikki fram fyrr enn eftir fyrsta sett, sum hann vann 6-4.

 

Síðani fór Novak Djokovic í holt við at seigpína snarsinta avstraliaran. Nick Kyrgios kláraði ikki at halda høvdið kalt og fór í holt við at skeldast. Einu ferðina vildi hann hava ein áskoðara tveittan út. Tá dómarin spurdi hvønn áskoðara, so svaraði hann “hasa, ið sær út sum hon hevur drukkið 700 drikkir”.

 

Novak Djokovic endaði við at vinna 3-1 við settúrslitunum 4-6, 6-3, 6-4 og 7-6. 35 ára gamli serbin hevur nú vunnið 21 Grand Slam kappingar. Tað er ein færri enn metmaðurin Rafael Nadal, og eitt fleiri enn Roger Federer.

 

Mynd: (Reuters) Novak Djokovic (t.v) og Nick Kyrgios