- Vit vóru tað meira ágangandi liðið. Vit høvdu fleiri møguleikar enn EB/Streymur, og burdu helst vunnið dystin. Hinvegin kunnu vit brúka hendan javnleikin, tí EB/Streymur fer ikki meira frá okkum, meðan vit framvegis eru partur av stríðnum um medaljurnar, segði Pauli Poulsen í gjárkvøldi.
Hann vísti eisini á, at liðið hevði víst góðan moral, tá tað eydnast at koma aftur í dystin tvær ferðir.
Somuleiðis staðfesti Pauli Poulsen, at miðvøllurin hevði staðið seg øgiliga væl, tá balansa var um miðjan vøll, hóast EB/Streymur hevði tríggjar á miðvøllinum og NSÍ tveir.