NSÍ hevur vunnið á georgiska meistaraliðnum

NSÍ hevur í kvøld eftir fínt avrik vunnið 1-0 á Dinamo Tibilisi úr Georgia. Málskjútti, tá ið eitt korter var farið, var Hjalgrím Elttør, sum umsetti flatt innlegg úr høgru frá Øssuri Dalbúð.

NSÍ hevur skrivað felags søgu í kvøld. Hetta var fyrsta ferðin, at FM vinnararnir úr Runavík hava vunnið ein dyst í europeisku kappingum.

NSÍ var leikliga omaná, og serliga løtuna eftir, at teir høvdu skorað, vóru fleiri ferðir boð eftir georgiska mótstøðuliðnum, sum heilt týðuliga hevði trupulleikar av at spæla á graslíkinum í Gundadali.

Øssur Dalbúð og Hjalgrím Elttør høvdu góðar møguleikar at økja um leiðsluna, og eisini Óli Hansen hevði góða roynd, uttan at tað eydnaðist at fáa fleiri enn tað eina málið.

Eftir steðgin var Dinamo Tibilisi meiri við í spælinum, men tað var bara eina ferð, at Jens Martin Knudsen hevði møguleika at vísa, at hann framvegis er knáur málverji.

NSÍ liðið: Jens Martin Knudsen - Aco Pandurovic, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin, Nenad Stankovic, Milan Pejcic (Sjúrður Jacobsen) -Øssur Dalbúð (Klæmint A. Olsen), Hjalgrím Elttør - Karoly Potemkin (Filip Jacobsen).

Fyri einari viku síðani vann Dinamo Tibilisi 3-0 á heimavølli. Harvið fer georgiska meistaraliðið víðari í kappingini við samantaldum 3-1 sigri.

Í næsta innleiðandi umfarinum skal Dinamo Tibilisi spæla ímóti grikska Panathinaikos.