NSÍ nýggjan hjálparvenjara

Blaðungur venjari er settur sum hjálparvenjari hjá Anders Gerber í NSÍ.

NSÍ hevur leitað sær eftir nýggjum hjálparvenjara, síðani Djóni N. Joensen boðaði frá, at hann ikki fór at halda fram í starvinum eftir kappingarárið í ár.


Nýggi hjálparvenjarin er nú funnin. NSÍ boðar í kvøld frá, at Eliesar Olsen er settur í starvið, har hann skal hjálpa høvuðsvenjaranum, Anders Gerber.


Hóast Eliesar Olsen einans er 27 ára gamal, so hevur hann longu fingið fitt av royndum sum venjari. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá Skála, EB/Streymi og seinast B68.