Í gjár vóru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Tað er nú greitt, at tað verða NSÍ og KÍ, sum møtast í finaluni. Hetta er fyrstu ferð, at NSÍ er í steypafinaluni, meðan KÍ ikki hevur verið partur av finaluni síðani 2016.
B36 og NSÍ spældu á Eiði og leingi sá út til, at Emma Hansdóttir og Bára Magnussen fóru at skjóta B36 í finaluna. NSÍ hevði javnað til 1-1 við málið, sum Mirjam Huneck, er noterað fyri. Ikki fyrr enn tríggjar minuttir fyri tíð javnar NSÍ, tá ein spælari hjá B36 er óheppin og ger sjálvmál.
Í yvirtíðini skoraði Laila Pætursdóttir sigursmálið og sendi NSÍ í finaluna. NSÍ, sum meldaði lið til hetta kappingarár, eftir fleiri ár uttan eitt kvinnulið í bestu deildini, er á fyrsta sinni í steypafinaluni. Millum spælararnar eru Margunn Lindholm og Heidi Sevdal, sum eru kendar í føroyska fótbóltsheiminum.
KÍ og ÍVB spældu við Løkin í Runavík. Her gjørdi meistaraliðið úr Klaksvík skjótt av. Evy á Lakjuni og Hervør Olsen løgdu KÍ á odda 2-0 longu aftaná 14 minuttir. Tíggju minuttir fyri hálvleik minkaði Jensa Tórolvsdóttir um munin, men seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal, tá Evy á Lakjuni økti til 3-1, sum eisini bleiv úrslitið.
Steypafinlan hjá kvinnum verður spæld 21. novembur klokkan 18.
B36 - NSÍ 2-3 (1-1)
1-0 Emma Hansdóttir, 11
1-1 Mirjam Huneck, 15
2-1 Bára Magnussen, 52
2-2 Elisabeth Vang, 87 sjálvm
2-3 Laila Pætursdóttir, 90+1
KÍ – ÍVB 3-1 (2-1)
1-0 Evy á Lakjuni, 3
2-0 Hervør Olsen, 14
2-1 Jensa Tórolvsdóttir, 35
3-1 Evy á Lakjuni, 51