NSÍ skal spæla í Europa

A sjálvari málstrikuni eydnaðist tað NSÍ at taka seg fram um B68 og harvið at tryggja sær 4. plássið, sum ber atgongumerki til europeiskan fótbólt við sær.

Líkindini vóru vánalig í Fuglafirði. Í 1. hálvleiki varð einki mál skorað.

Eftir steðgin legði Poul Ennigarð ÍF á odda eftir hornasparksinnlegg.

So svaraði NSÍ aftur, og tað var eftir hornasparksstøður, at NSÍ javnaði og legði seg á odda.

Johan Troest Davidsen javnaði, og Einar T. Hansen skoraði til 2-1 beinleiðis upp á horna og umvegis eitt ÍF høvd.

Bogi Løkin staðfesti 3-1 NSÍ sigurin, sum ber altjóða atgongumerki við sær.