NSÍ skal syrgja fyri stevnuhýrinum

Fótbóltslagið er gott millum innanmenn á eystara armi av Skálafjørðinum. Eftir eitt sindur trilvandi byrjan upp á kappingarárið hevur NSÍ liðið fótað sær, og tað sæst eisini aftur á úrslitunum og harvið á støðutalvuni.

 

Fýra tær seinsatu ferðirnar hevur liðið vunnið úrtøku. Trupulleikin er tó, at tað so sjáldan eydnast at vinna fulla úrtøku. Eitt nú varð tað ikki roknað at vera heilt gott, tá ið tað seinast endaði við málleysum javnleiki við Løkin, har TB vitjaði.

 

Hesa ferð fær NSÍ vitjan av 07 Vestur í stevnudystinum í kvøld. Vágamenn eru illa sperdir. Teir hava spælt tíggju dystir á rað, uttan at tað hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Tí er 07 Vestur á niðurflytingarplássi. Tá ið NSÍ í 4. umfari vitjaði í Sørvági, var úrslitið 1-1.

 

NSÍ miðverjin Jens Joensen hevur verið skaðaplágaður, men hann er tøkur aftur og verður við í stevnudystinum í kvøld.

 

Ofta plagar at verða tikið til, at heimaliðini ikki standa seg so væl í stevnudystum. Hjá NSÍ er tó einki sum eitur. Tað er upp til NSÍ við sigri í góðveðrinum við Løkin at tryggja sær trý stig og harvið uppaftur betri støðu á stigatalvuni og gott lag á stevnuni.

 

NSÍ-07Vestur: Petur Reinert kl. 18.30.