NSÍ vísti onga náði

Veteranurin og spælandi venjarin var mest eyðsýndi vágamaðurin, tá ið liðið tapti í Runavík og samstundis vinkaði farvæl við bestu deildina

Fótbóltur

Tað vóru tey, sum høvdu hættað sær úr Vágum og til Runavíkar fyri at fylgja við í, hvussu hótta fótbóltsliðið hjá teimum fór at standa seg. Men tað var skjótt, at tað gjørdist greitt, at bjargingarkransurin hjá vágamonnum lá í hondunum á EB/Streymi eitt sindur innari og hinumegin Skálafjørðin. FS Vágar var ongantíð verulig hóttan ímóti NSÍ.
Gestirnir høvdu í 1. hálvleiki bóltin nógv. Jens Erik Rasmussen var á framrættaða miðvallarplássinum væl upplagdur, bólttryggur og hugflogsríkur. Men tað var ikki nóg mikið. Tað var ov lítil tyngd og saft og kraft í álopspartinum. Clayton Soares var fleiri ferðir um at gerast vandamikil, men hann hevði ikki marginalirnar á sínari síðu. Onkra ferðina gloymdi hann bóltin eftir, tá ið avgerandi dragingin skuldi gerast, og aðrar ferðir var hann ov seinur at smekka til. Birgir Joensen lúrdi eitt sindur til høgru, og tað var onkra ferðina um reppið, at góði sparkiførleikin skuldi royna Jens Martin Knudsen, men tað varð ongantíð so mikið ágangandi, at tað kundi gerast hóttafall fyri heimaliðið.
Harvið var eisini veikleikin hjá FS Vágum, sum í bítandi heystarveðrinum sendi teir út í kuldan, settur í glas og rammu. Í verjupartinum vóru teir ikki nóg tryggir, á miðvøllinum var verjukendi stuðulin hjá Jens Eriki Rasmussen ikki nóg hollur, og tá ið tað viðhvørt líktist góðum samanspæli, so spurdist úrtøka ikki burturúr, tí álopsparturin var ov tunnur.
Jens Erik Rasmussen hevði góða skotroynd úti frá, sum fór dygst framvið, Clayton Soares var tætt við at umseta frísparksinnlegg, og tað var meiri av tí slagnum. Í 2. hálvleiki noyddist NSÍ miðverjin Áki L. Hansen eina ferð at beina bóltinum út til horna, tá ið hann annars var á veg í málið. Men tað bar ikki mál við sær, og tað eru tey, sum telja og geva stig og harvið lyfta lið úr vandastøðu.

Framúr mál
NSÍ var ikki sinnað at geva nakað burtur, hóast venjarin hevði broytt liðið í fleiri ódnum. Áki L. Hansen fekk møguleikan í miðverjuni, og Messias Pereira kom undan steðginum inn fyri skadda Helga L. Petersen. Karsten From var vongverji í høgru. Hann gjørdi ikki so nógv um seg í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki, tá ið NSÍ hevði fríska lotið undan, var hann fleiri ferðir ágangandi.
Seinna umfarið var eitt lítið korter gamalt, tá ið unglingaspælarin Andy Olsen legði NSÍ framum. Hann var við frá fyrsta bríksli í miðvallarplássinum í vinstru, sum skaddi Jónstein Petersen annars hevur átt. Í 2. hálvleiki fór Andy í álopið, meðan Messias fór í miðvallarplássið í vinstru.
Andy fekk bóltin stungnan fram ímillum. Vágamenninir dúvaðu upp á rangstøðuna, men linjuverjin segði einki, og so var ungi maðurin kaldur og lyfti upp um Jákup Joensen, sum kendi seg noyddan at leypa út út málinum.
Níggju minuttir seinni staðfesti Sjúrður Jacobsen heimasigurin og harvið, at FS Vágar skuldi flyta niður. Og tað var vorðið sum mál. Eftir innkast í høgru og tvørtur um og út frá, royndi vinstrabeinti vongverjin seg úr 25?30 metrum. Málverjin mundi ikki síggja bóltin beinanvegin, tí nógv fólk var fyri, og tá ið hann sá bóltin var einki at gera. Tað sang í nettakinum, tá ið bólturin var komin strúkandi dygst inn undir samankomingina.

Dysturin í tølum
NSÍ?FS Vágar 2?0 (0?0)
1?0: Andy Olsen 58.
2?0: Sjúrður Jacobsen 67.

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Karsten From, Óli Hansen, Áki L. Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Kári Hansen, Andy Olsen, Helgi L. Petersen (Messias Pereira, 44.), Sonni L. Petersen
Gult kort: Kári Hansen 68., Ian Højgaard 90.
FS Vágar: Jákup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Vlad Odipov, Albert Ari Thomassen, Jóhannis Joensen (Rói Árting, 70.) ? Hegga Samuelsen (Hannus Olsen, 65.), Jens Erik Rasmussen, Ruslan Screlea, Silva de Braga ? Birgir Joensen, Clayton Soares