NSÍ vaknaði við kaldan dreym

VB/Sumba hevði møguleikan at leggja seg fram um við tveimum málum, men tá ið teir brendu brotsspark, var tað útpurringin, sum NSÍ hevði brúk fyri

VB 1 bólt
NSÍ 3 bóltar

 
NSÍ fekk ein hvøkk í dystinum í Vági í gjár. Runavíkingar, sum ætla sær at verða við í toppstríðnum í ár, taptu fyrsta dystin fyri einari viku síðani, og í gjár komu teir afturum tíðliga í dystinum.
Álopsspælarin Birgir Jørgensen legði VB/Sumba fram um 1-0, tá ið hann smekkaði ein leysan bólt eftir hornaspark í málið, og nakað seinni fekk heimaliðið brotsspark. Arbeiðssami miðvallarin Evrard Ble varð settur at skjóta, og hann hevði gyltan møguleika at leggja heimaliðið fram um við tveimum málum.
Men Jens Martin Knudsen í NSÍ-málinum vildi tað øðrvísi, og hann gjørdi týdningarmiklu bjargingina, sum helt NSÍ inni í dystinum.
 
NSÍ setti frðina upp
Løtu seinni svaraði NSÍ aftur av álvara. Sumba/VB var í álopi, men misnýtti møguleika at gera mál, og so gekk tað skjótt hinvegin. NSÍ fór í kontra, Christian Høgni Jacobsen fekk bóltin nakað í høgru, dró inn í brotsteigin og sendi flatt í málið við nærmara stólpan.
Javnleikurin helt sær til hálvleikin, og dysturin var púra opin áðrenn seinnu 45 minuttirnar.
Tað vóru gestirnir, sum vóru rudduliga omaná í seinna hálvleiki. NSÍ fekk meira ferð á sítt beinleiðis spæl, og tað gav úrslit. VB/Sumba royndi at hanga í og skapti onkrar møguleikar, men mál fingu teir ikki fyrr enn í yvirtíðini, tá ið alt var avgjørt
 
Fleiri mál seinastu løtuna
Helgi L. Petersen, sum spældi í álopinum saman við Christian Høgna Jacobsen, legði NSÍ fram um 2-1 eftir ein lítlan hálvan tíma. Helgi gjørdist leysur miðskeiðis í brotsteignum, og hann skoraði trygt.
Tá ið eitt korter var eftir at spæla, økti Bogi Løkin til 3-1, og so fall VB-liðið saman. Bogi fekk fótin á eftir trunkaspæl, og næstu 10 minuttirnar skoraði NSÍ tvey mál afturat.
Fyrst var tað Danial Hansen, sum tveitti seg fram og stútaði eitt innlegg úr vinstru í málið, og løtu seinni setti Christian Høgni Jacobsen punktum, tá ið hann stóð við endan av einum góðum NSÍ-álopi. Andy Olsen sendi inn fyri úr vintru, og so legði Helgi L. Petersen bóltin til rættis til Christian Høgna, sum sendi í meskarnar.
VB/Sumba fekk eitt brotsspark afturat í endanum av dystinum, og hesaferð avgreiddi Birgir Jørgensen í málið.
 
Nú skulu stig í posan
NSÍ fótaði sær við góða sigrinum í Vágieftir tapi í fyrsta umfari, meðan VB/Sumba hevur fingið trupla byrjan. Nu bíða páskadystir ímóti Skála og B36, og tað eru harðar uppgávur hjá suðuroyarliðnum.
Venjarin Ole Andersen er tó bjartskygdur um næstu dystirnar.
- Alt ber til. Vit kunnu eisini fáa nakað burtur úr dystum ímóti Skála og B36, sigur hann.