NSÍ vann fyrsta dystin

Hóast norska stórfelagið setti seg ímóti tí, hevur NSÍ fingið viðhald frá UEFA í ynskinum um at sleppa at spæla á heimavølli fyrst ímóti Rosenborg í UEFA Europe League-kappingini. Tí verður tað neyvan nakað eykalið, ið møtir NSÍ í Gundadali

Fótbóltur

 

Av tí at bæði B36 og NSÍ stóðu til skula spæla heimadyst í somu kapping á sama vølli, ovara vølli í Gundadali, hevur NSÍ síðani lutakastið í Nyon mánadagin roynt at fingið býtt dystirnar hjá sær um.

 

So skjótt lutakastið var greitt, vendi NSÍ sær til ítróttarstjóran í Rosenborg, sum ljóðaði sinnaður at býta um, so NSÍ fekk heimadyst fyrst. Men tá hann hevði ringt heim til venjaran, var svarið eitt tvørt nei.

 

Vildu helst spart stjørnurnar

– Sum skiltist á teimum, hevur Rosenborg nógvar dystir og eina tætta skrá, og tí lá illa fyri hjá teimum at býta um, sigur Jákup Vágsheyg, sum var eitt av NSÍ-umboðunum, tá lutakastið var mánadagin.

 

– Vit vendu okkum síðani til UEFA, fyri at fáa býtt um upp á dystirnar, og nú hava vit so fingið at vitað, at vit fáa fult viðhald frá teimum. Sostatt spæla vit heimadystin ímóti Rosenborg á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið 2. juli klokkan 19 og útidystin eina viku seinni.