NSÍ er flúgvandi topplið

Tað var lætt spæl hjá væl uppløgdu Klæminti A. Olsen, Peturi Knudsen og NSÍ ímóti HB, sum eftir stóran hálvan tíma varð undirmannað, tá miðverji tvær ferðir hevði sæð gula kortið púra óneyðugt

NSÍ er aftur topplið. Saman við KÍ hevur NSÍ fulla úrtøku eftir átta umfør. NSÍ er ovari á støðutalvuni, tí málmunurin hjá teimum gulu og svørtu er betur, enn hann er hjá KÍ.

 

Fríggjakvøldið hittast NSÍ og KÍ í Runavík í innanhýsis uppgerð um, hvat av hesum báðum skal eiga oddasessin eftir fyrsta triðingin av kappingini.

 

Í kvøld dusaðu teir í NSÍ sær, tá ið teir fóru úr Gundadali við størsta sigrinum nakrantíð. NSÍ vann 7-1.

 

Teir vóru frammanfyri 1-0, tá ið HB miðverjin Klavs Kramens tíggju minuttir undan steðginum sá gula kortið fyri aðru ferð og HB tí varð undirmannað. Í báðum førum var talan um púra óneyðug gul kort.

 

Fýra minuttir eftir reyða kortið økti NSÍ um leiðsluna til 2-0, og eftir steðgin var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá gestunum í Gundadali fór at verða.

 

Klæmint A. Olsen skoraði trý tey fyrstu málini og hattrikk. Í tveimum teimum fyrstu førunum var tað eftir sending úr vinstru frá Peturi Knudsen, og í triðja førinum var tað við skoti av miðstrikuni. Bólturin ferðaðist omanfyri Bjart V. Mørk, sum var uttarlaga staddir, tá ið Klæmint A. Olsen vann bóltin av HB, ið var á veg í álop.

 

Klæmint er nú toppskjútti við 11 málum.

 

NSÍ dusaði sær við Brandi H. Olsen sum miðvallardirigenti, inntil hann eftir ein tíma varð skiftur út. Undan dystarbyrjan varð hann av FSF kosin at vera besti spælari í august. 20 minuttir undan leikloki fór eisini Klæmint A. Olsen, Emil Weihe Joensen og Jann J. Benjaminsen av vøllinum. Teir vórðu skiftir út fyri at fáa trygd fyri, at teir vera klárir at spæla ímóti KÍ fríggjakvøldið.

 

NSÍ spælararnir hugnaðu sær og vístu sjálvsálit, sum um talan var um venjingardyst, meðan máttleysu heimamenninir máttleysir runnu aftaná teimum gulu og svørtu.

 

Steffan A. Løkin stútaði til 4-0. Tá átti Jann J. Benjaminsen innleggið úr høgru, og hann átti eisini innleggið úr høgru, tá ið Petur Knudsen við høvdinum skoraði til 5-0, og Petur Knudsen skoraði til 6-0, tá ið hann var fyrstur á bóltinum, eftir at Steffan A. Løkin sendi bóltin í stólpan.

 

Smáar tíggju minuttir undan leikloki minkaði Ári Mohr Jónsson eftir einmansavrik um munin til 6-1, og so var tað Petur Knudsen, sum eftir innlegg frá innskifta Teiti Knudsen og við høvdinum skoraði til 7-1 og staðfesti hattrikkið.

 

 

 

 

 

HB – NSÍ 1-7 (0-2)

 

0-1: Klæmint A. Olsen

 

0-2: Klæmint A. Olsen

 

0-3: Klæmint A. Olsen

 

0-4: Steffan A. Løkin

 

0-5: Petur Knudsen

 

0-6: Petur Knudsen

 

1-6: Ári Mohr Jónsson

 

1-7: Petur Knudsen

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Klavs Kramens, Ási P. Dam, Viljormur Davidsen – Mathias Voss, Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson – Jákup L. Thomsen, Jonas Enkerud

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Ndiaye, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Aron Knudsen, Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen, Steffan A. Løkin