Við 3-1 heimasigri ímóti AB styrkti NSÍ í góðveðrinum í dag um sína støðu sum topplið og FM favorittur. Nú er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum í annaðkvøld fær vitjan av EB/Streymi.
Argjamenn vóru ikki komnir til Runavíkar at vera í egnum brotsteigi í vón um, at tað skuldi eydnast at vinna eitt stig.
AB legði bragdliga fyri, og eftir tríggjar minuttir vísti máltalvan 0-1. Málskjútti var Gunnar Reynslág, sum eftir horna úr høgru, sum Sjúrður Henriksen tók sær av, var merkiliga leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Teir báðir argjadreingirnir, Sjúrður Henriksen og Gunnar Reynslág, vóru í vár ofta millum teir fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi komast av, at onkrir, sum eru á markinum til at verða leikbannaðir, sótu á beinkinum frá dystarbyrjan í dag.
AB dugdi væl at skifta ímillum at vera ágangandi frammi á vøllinum og at vera aftarlaga í verjustøðu, og ta einu ferðina var um reppið, at tað eydnaðist at økja um leiðsluna, tá ið NSÍ verjan tøvdi og var lítið avgjørd.
NSÍ var sum frá leið meiri á bóltinum, og gjøgnumbrot í borðunum bóru vandamiklar støður við sær, og tí einu ferðina kitlaði bólturin handara stólpan eftir innlegg úr høgru. Hjá AB er tað kærkomið, at málverjin Jesper C. Sørensen er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri mánaðir hevur verið skaddur.
Eftir steðgin legði NSÍ tungt trýst á mótstøðuliðið, og tólv minuttir eftir hvíldina eydnaðist tað at javna. Tá vóru argjamenn óhepnir at gera sjálvmál.
AB tevjaði møguleikan at vinna óvæntað stig. Jimmy Abdul og Obule Sunday Moses vórðu skiftir inn, tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at halda tørn um javnleikin.
Tríggjar minuttir eftir, at hann varð skiftur inn, var tað Meinhard Egilsson Olsen, sum legði NSÍ á odda. Upplegginum stóð eyðsýndi sentrali miðvallarin Emil Weihe Joensen fyri.
Átta minuttir undan leikloki var tað liðformaðurin og toppskjúttin í Meistaradeildini Petur Knudsen, sum við brotssparki staðfesti 3-1 heimasigurin. Eftir málið sá hann gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið, og tað ber við sær, at hann verður leikbannaður, tá ið NSÍ annan sunnudag fær vitjan av grannunum í Víkingi.










