Tað er skálafjarðarstevna hetta vikuskiftið, men stóru ítróttartilboðunum man tað vera so sum so við. Kappróðurin telur ikki við í FM kappingini í ár, og 1. deildarliðið í fótbólti skal til Klaksvíkar sunnudagin. Tað hevur verið uppá tal at býta um, so KÍ fór til Runavíkar hetta vikuskiftið, men einki meiri er komið burturúr prátinum.
Klaksvíkingar skulu gera enn eina roynd at venda óhepnu gongdini, men fyritreytirnar eru ikki av teimum bestu. Allan Mørkøre og Allan Joensen eru leikbannaðir. Tveir nýggir miðvallarar skulu finnast at hjálpa Jan Joensen. Millum møguleikarnar eru Rógvi Jacobsen og Jan Andreasen. Um hesin seinni verður fluttur fram, so kemur Jóannes Jakobsen inn á aftasta mann. Kurt Mørkøre hevur ikki fingð vant. Hann skuldi royna í gjárkvøldið.
Hjá NSÍ hevur eingin leikbann, og eingin er skaddur. Abraham Hansen hevur verið burtur í arbeiðsørindum alla vikuna, men hann verður í hvussu so er við í hópinum.
NSÍ hevur ongantíð vunnið landskappingardyst í Klaksvík., men í 1994 vunnu teir fyrru semifinaluna í steypakappingini 2-1.