NSÍ og Klæmint eru á toppinum

Teir í Runavík hava fulla úrtøku, og Klæmint A. Olsen hevur í trimum umførum skorað 6 mál!

Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ. Trygvi Mortensen og hansara menn hava burturúr trimum teimum fyrstu umførunum vunnið fulla úrtøku – 9 stig. Málmunurin er 9-1!

 

Mest eyðsýndi spælarin í teimum fimtan dystunum, sum higartil eru spældir, er NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen. Hann hevur skorað seks mál ella í miðal tvey í hvørjum umfarinum.

 

Klæmint er ovastur á máltindinum. Tað var hann eisini í fjør, tá ið hann eftir 27. og síðsta umfar hevði skorað 21 mál. Merkisvert er tað, at tá gekk tað striltið við málskjótingini í fyrstu umførunum. Tá ið kappingin í fjør var trý umfør gomul, hevði Klæmint A. Olsen skorað eitt mál. Tey bæði næstu, sum komu aftrat, skoraði hann í 6. umfari, tá ið NSÍ vann 3-2 á útivølli ímóti AB, sum í dag legði rygg til 3-0 tap við Løkin í Runavík.

 

 

3. umfar

B36-Víkingur 2-2 (1-2)

1-0: Adeshina Lawal 12.

1-1: sjálvmál 13.

1-2: Súni Olsen br 18.

2-2: Jákup á Borg br 90.+4.

Dómari: Rúni Gaardbo

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Eli F. Nielsen, Hørður Askham, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Símun Joensen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Rasmus Dan Sørensen (Hanus Thorleifsson, 63.) – Adeshina Lawal

Gult kort: Róaldur Jakobsen, Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobasen, Hanus Jacobsen –Súni Olsen, Hallur Hansson, Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 84.) – Sølvi Vatnhamar (Magnus Jarnskor, 90.), Finnur Justinussen, Filip Djordjevic (Svein Justinussen, 90.)

Gult kort: Hallur Hansson, Hanus Jacobsen, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen

 

 

ÍF-B68 3-0 (1-0)

1-0: Bartal Eliasen 45.

2-0: Ari Ó. Ellingsgaard 68.

3-0: Ari Ó. Ellingsgaard 83.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkeslen, Fritleif í Lambanum – Bogi R. Petersen, Karl Løkin – Nenad Saric (Frank Poulsen, 88.), Kristoffur Jakobsen (Ari Ó. Ellingsgaard, 66.), Dánjal á Lakjuni (Høgni Zachariassen, 88.)– Clayton Soares

Gult kort: Hallgrím H. Gregersen

B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Bergur Gregersen – Janus Mortensen, Jann Ingi Petersen, Ovi Brim (Andrias á Líknargøtu, 73.), Hákun Edmundsson – Emil Ronaldsson (Kristian Anton Andreasen, 63.), Jonleif Højgaard (Esmar Clementsen, 30.)

Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard

 

 

NSÍ-AB 3-0 (2-0)

1-0: Jann Martin Mortensen 32.

2-0: Klæmint A. Olsen 36.

3-0: Klæmint A. Olsen 51.

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Monrad H. Jakobsen – Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 61.) – Andy Olsen (Jákup Andrias Gaardbo, 80.), Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg (Meinhard Olsen, 70.) – Klæmint A. Olsen

Gult kort: Jann Martin Mortensen, Monrad Holm Jakobsen

AB: Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Jógvan Isaksen, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefsen (Cristian í Garði, 88.) – Bárður Olsen, Kári Nielsen (Karstin Højgaard, 51.) – Jógvan Skeel Nolsøe, Jobin Dragnastein (Mikkjal T. Hentze, 28.), Sorin Anghel – Jóan Símun Edmundsson

Gult kort: Sorin Anghel, Jógvan Skeel Nolsøe, Jógvan Isaksen, Jóan Símun Edmundsson

 

 

EB/Streymur-Skála 3-0 (1-0)

1-0: Pól Jóhannus Justinussen 43.

2-0: Hans Pauli Samuelsen br 45.

3-0: Brian Olsen 69.

Dómari: Rói Jacobsen

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen (Brian Olsen, 64.) – Høgni Madsen (Rói Olsen, 83.), Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen – Jónas Tór Næs, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen (Arnbjørn Hansen, 77.),

Gult kort: Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen 

Skála: Suni Ernstsson – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Poul N. Poulsen (Karstin Justesen, 83.), Andras Frederiksberg - Holgar Durhuus (Hendrik á Fríðriksmørk, 58.), Edvin Jacobsen, Jákup Johansen – Brian Jacobsen

Gult kort: Jákup Johansen

 

 

HB-KÍ 2-0 (1-0)

1-0: Fróði Benjaminsen 16.

2-0: Rógvi S. Holm 74.

Dómari: Lars Müller

HB: Teitur M. Gestsson (Thomas Knudsen, 81.) – René S. Joenssen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál M. Joensen – Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 90.), Kristin R. Mouritsen (Alex José dos Santos, 90.)

Gult kort: Heini Vatnsdal, Pál M. Joensen, Rógvi S. Holm, Andrew av Fløtum

KÍ: Meinardt Joensen, Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ivan Joensen  (Henry Heinesen, 58.), Ndende Adama Guéye – Johan Jacobsen (Ísak Simonsen, 58.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø

Reytt kort: Jonas Flindt Rasmussen 90.+3. (tvey gul)

 

 

Støðan

NSÍ 9 stig

HB 7 stig

B36 7 stig

KÍ 6 stig

EB/Streymur 5 stig

ÍF 3 stig

AB 3 stig

Víkingur 1 stig

B68 1 stig

Skála 0 stig

 

 

4. umfar

11. apríl

B36-HB

13. apríl

ÍF-NSÍ

AB-Skála

EB/Streymur-KÍ

Víkingur-B68

 

 

----

 

Tað var einki at rafla um í dýrdarveðrinum seinnapartin. Fýra dystir vóru á skránni, og í øllum førunum var talan um greiðar heimasigrar. Liðini á útivølli megnaðu ikki at skora mál í dag.

 

HB vann 2-0 ímóti KÍ, og hinir dystirnir endaðu allir við trímála sigrum: ÍF-B68 3-0, NSÍ-AB 3-0 og EB/Streymur-Skála 3-0.

 

Einasta liðið, sum framvegis hevur fulla úrtøku, er NSÍ, sum hevur 9 stig eftir trý tey fyrstu umførini. Trý onnur lið hava eisini fingið úrtøku burturúr øllum trimum umførunum. Tey eru B36, HB og EB/Streymur.

 

B36 og HB hava 7 stig, KÍ hevur 6 stig, EB/Streymur hevur 5 stig, AB og ÍF hava 3 stig, B68 og Víkingur hava 1 stig, og Skála eigur framvegis fyrsta stigið til góða.

 

 

LIÐUGT

2-0

Jonas Flindt Rasmussen í KÍ verjuni hevur aftur sæð gula kortið, og harvið er hann rikin av vølli.

Bárður J. Heinesen er komin inn á HB liðið í staðin fyri Andrew av Fløtum.

 

90) 2-0

Santos er komin inn í vinstru hjá HB í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.

Sørmundur Kalsø hjá KÍ hevur sæð gult.

5 minuttir eru lagdir aftrat.

 

80) 2-0

HB hevur skift málverja. Teitur M. Gestsson er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin 21 ára gamli Thomas Knudsen.

 

75) 2-0: Rógvi S. Holm 73.

Eftir hornasparksinnlegg hevur miðverjin Rógvi S. Holm við høvdinum sett bóltin í málið. Hetta var triðja ferðin, at Rógvi hevur verið í góðari støðu eftir horna.

Í fyrsta KÍ álopinum eftir 2-0 málið var Páll A. Klettskarð í góðari støðu, eftir at Hjalgrím Elttør hevði brotið ígjøgnum.

 

68) 1-0

Sama støðan og sama gongdin. Andrew av Fløtum hjá HB hevur sæð gula kortið.

 

60) 1-0

KÍ spennir álopsbogan, og tað eru fleiri bláir frammarlaga á vøllinum.

Klaksvíkingar eru meiri ágangandi, enn teir hava verið, og HB miðverjin Rógvi S. Holm hevur sæð gula kortið.

 

55) 1-0

KÍ hevur framt tvær skiftingar: Ivan Joensen og Jóhan Jacobsen eru farnir av vøllinum, og í teirra stað eru komnir Henry Heinesen og Ísak Simonsen.

Teitur M. Gestsson hevur stórbjargað, eftir at Páll A. Klettskarð royndi seg

 

50) 1-0

KÍ roynir at fáa størri tyngd í álopspartin. Tað verður gjørt við at flyta Hjlgrím Elttør eitt vet longri fram á vøllin.

Jonas Flindt Rasmussen, KÍ miðverjin, hevur sæð gula kortið.

 

46) 1-0

Ongar skiftingar undan 2. hálvleiki. 

 

HÁLVLEIKUR

45) 1-0

Tað hava ikki verið nógvar spentar støður frammanfyri málunum. HB hevur verið meiri á bóltinum, og klaksvíkingar hava brúkt meiri orku upp á at verja. Leikferðin hevur ikki verið nakað at reypa av.

 

38) 1-0

Tað gongur javnt á. Klaksvíkingar vóru sera misnøgdir, tá ið Atli Danielsen var farin um koll dygst uttanfyri HB brotsteigin, og dómarin tagdi.

Tað kennist torført hjá KÍ at spæla seg til málmøguleikar, og HB hevur spælt seg til fleiri nær við og næstan støður.

 

30)1-0

Eftir at HB fyrstu løtuna var omaná og legði seg framum, so gongur tað nú meiri javnt á.

 

17) 1-0: Fróði Benjaminsen 15.

KÍ verjan er frammarlaga. Tað roynir HB at fáa nyttu burturúr, tá ið Heini Vatnsdal og Fróði Benjaminsen renna aftur um verjuna. Teir vóru tvær ferðir um reppið, og so eydnaðist tað hjá Fróða Benjaminsen at seta bóltin í málið.

 

14) 0-0

KÍ hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið, eftir at vongverjin í høgru Gunnar Christiansen breyt ígjøgnum og royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum. Einki spurdist burturúr eftir hornasparksinnleggið.

 

8) 0-0

Eftir frísparksframlegging legði Pál M. Joensen hjá HB innfyri úr vinstru, men einki spurdist burturúr.

 

HB-KÍ kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

HB: Teitur M. Gestsson – Rene S. Joenssen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál M. Joensen – Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen

KÍ. Meinardt Joensen, Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ivan Joensen, Ndende Adama Guéye – Johan Jacobsen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

 

-----------

LIÐUGT

3-0

 

90) 3-0

Cristian í Garði er komin inn í vinstru hjá AB í staðin fyri Beinir Ellefsen.

 

85) 3-0

AB hevur bóltin nógv, men tað gongur ógvuliga striltið hjá argjamonnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

75) 3-0

Meinhardt Olsen er komin inn á NSÍ liðið í staðin fyri Árna Frederiksberg og síðani er Jákup Andrias Gaardbo ekomin á vøllin fyri Andy Olsen hjá NSÍ.

 

60) 3-0

Mest eyðsýndi AB spælarin, Kári Nielsen, er farin av vøllinum. Í hansara stað er komin Karstin Højgaard.

Sjúrður Jacobsen er farin av NSÍ miðvøllinum, og í hansara stað er komin Haraldur R. Højgaard.

 

53) 3-0: Klæmint A. Olsen 51.

Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ og ikki minst Klæminti A. Olsen. Toppskjúttin hevur nú økt til 3-0. Hesa ferð var tað eftir innlegg úr høgru frá Jann Martin Mortensen.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

NSÍ hevur verið greitt omaná, og tí er einki forgjørt í, at heimaliðið er frammanfyri 2-0.

 

35) 2-0: Klæmint A. Olsen 34.

Tað gongur strúkandi hjá NSÍ, sum nú er frammanfyri 2-0. Hesa ferð var uppspælið í vinstru – Monrad H. Jakobsen og Árni Frederiksberg - og tað var Árni Frederiksberg, sum legði innfyri, áðrenn Klæmint A. Olsen dygst undir málinum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

30) 1-0: Jann Martin Mortensen 30.

So hevur NSÍ lagt seg framum. Eftir upspæl í høgru endaði bólturin hjá Klæminti A. Olsen, sum spældi Jann Martin Mortensen, ið var púra leysur, tá ið hann setti bóltin inn um Hans Jørgensen og í málið.

 

27) 0-0

Jónas Stenberg er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin Mikkjal Hentze inn á AB liðið.

NSÍ er leikliga omaná.

 

18) 0-0

AB var nú um reppið at leggja seg framum, men Andras Gango bjargaði royndini frá Jógvan Skeel Nolsøe.  

 

15) 0-0

Tað gongur javnt á í góðveðrinum við Løkin.

8) 0-0

NSÍ hevur havt risa møguleika. Bárður Olsen ætlaði at leggja aftur til málverjan, men Klæmint A. Olsen kom ímillum. Hans Jørgensen hálvbjargaði í fyrstu atløgu, og í aðru atløgu spurdist einki burturúr, tá ið Jann Martin Mortensen royndi seg.

 

NSÍ-AB kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjøógv, Monrad H. Jakobsen – Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

AB: Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Jógvan Isaksen, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen, Kári Nielsen – Jógvan Skeel Nolsøe, Jobin Dragnastein, Sorin Anghel – Jóan Símun Edmundsson

 

------------

LIÐUGT

3-0

 

85) 3-0: Ari Ó. Ellingsgaard

Tað gongur strúkandi hjá ÍF og ikki minst innskifta Ara Ó. Ellingsgaard. Nú hevur hann enn eina ferð skorað. Eftir hornasparksinnlegg og stútara frá miðverjanum Poul N. Mikkelsen, stýrdi Ari Ó. Ellingsgaard úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

 

80) 2-0

Bogi Reinert Petersen hevur misnýtt ÍF brotsspark. Hann sendi bóltin við síðuna av málinum.

 

70) 2-0: Ari Ó. Ellingsgaard 68.

Toftamenn hava roynt at spenna álopsbogan, og nú hevur ÍF tvífaldað leiðsluna. Eftir innlegg var tað júst innskifti Ari Ó. Ellingsgaard, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

50)1-0

ÍF hevur hug at leypa á, og B68 hevur ilt við at mynda álop.

HÁLVLEIKUR

1-0 

45) 1-0: Bartal Eliasen

Eftir gott og langt álop hevur ÍF lagt seg framum ímóti B68. Eftir innlegg frá Karl Løkin var tað Bartal Eliasen, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. Hetta var tað síðsta, sum fór fram í 1. hálvleiki.

 

20) 0-0

B68 hevur havt størsta møguleikan.

 

ÍF-B68 kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkeslen, Fritleif í Lambanum – Bogi R. Petersen, Karl Løkin – Nenad Saric, Kristoffur Jakobsen, Dánjal á Lakjuni – Clayton Soares

B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Bergur Gregersen – Janus Mortensen, Jann Ingi Petersen, Ovi Brim, Hákun Edmundsson – Emil Ronaldsson, Jonleif Højgaard

 

 

-----------------

LIÐUGT

3-0 

 

70) 3-0: Brian Olsen 68.

So man eingin ivi vera um, at EB/Streymur fer at vinna favorittsigur á heimavølli ímóti Skála. Brian Olsen var fyri løtu síðani skiftur inn fyri Jóhannes Hansen. Eftir frísparksinnlegg stýrdi Pól Jóhannus Justinussen bóltin til Brian Olsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið.

 

 

50) 2-0

Tað er eftir fyrstu lítlu løtuna av 2. hálvleiki einki, sum bendir á, at Skála skal svara aftur upp á 2-0 leiðsluna, sum EB/Streymur vann sær lítlu løtuna undan steðginum.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

45+2) 2-0: Hans Pauli Samuelsen br 45.+2.

Eftir frísparksinnlegg varð Gert Hansen skumpaður um koll. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Hans Pauli Samuelsen umsetti til 2-0 leiðslu.

 

45) 1-0: Pól Jóhannus Justinussen 43.

Eftir frísparksinnlegg er tað Pól Jóhannus Justinussen, sum við høvdinum setir bóltin i málið.

 

40) 0-0

Tað hevur ikki verið talan um upplagdar møguleikar, hóast EB/Streymur hevur havt bóltin meiri.

 

20) 0-0

Heimaliðið hevur lotið undan, men higartil hevur talan ikki verið um møguleikar.

 

 

EB/Streymur-Skála kl. 15.00

 

Dómari: Rói Jacobsen

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen –Gert Hansen, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen – Hans Pauli Samuelsen, Gunnar Zachariasen, Pól Jóhannus Justinussen  

Skála: Suni Ernstsson – Jákup Jacobsen, Teitur R. Joensen, Poul N. Poulsen, Petur Pauli Mikkelsen – Andras Frederiksberg, Pætur Dam Jacobsen - Holgar Durhuus, Ólavur Mikkelsen, Jákup Johansen – Brian Jacobsen