Nú byrjar stríðið ímóti rúsevnum av álvara

síðst í hesum mánaðinum verða fyrstu stigini tikin

Nú verður av álvara farið í hernað ímóti rúsevnum í Føroyum. Tað er niðurstøðan, nú Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur svarað einum spurningi frá Anniku Olsen, sum herfyri hevði sæti á Løgtingi í nakrar dagar fyri Fólkaflokkin.

 

Tað høvið brúkti hon til at umrøða rúsevni í Føroyum, og harðskap í býarlívinum, og í tí sambandi vildi hon hava at vita frá løgmanni, hvat ætlanin er at gera við hesi bæði vandamálini.

 

Í mars fekk løgmaður eina heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu og endamálið er, at hon skal setast í verk, stigvíst, hesi næstu seks, sjey árini. Og Løgmaður sigur, at nú, síðst í mai, verður sjøtul settur á tað arbeiðið.

 

Tað er Løgmaður, sum skal samskipa ætlanina og hava eftirlit við, at tey nógvu tilmælini verða framd í verki, í tann mun, hann fær politiska undirtøku fyri tí.

 

Løgmaður sigur, at ein stýrisbólkur skal setast og hann skal leggja tilrættis, hvussu heildarætlanin kann fremjast í verki.

 

Somuleiðis er ætlanin at seta ein verkbólk, sum verður mannaður við umboðum fyri tey fýra aðalráðini, løgmálaráðið, heilsumálaráðið, almannamálaráðið og mentamálaráðið.

 

Verkbólkurnin fær ábyrgd av, at tilmælini verða sett í verk í samsvari við avgerðirnar hjá stýrisbólkinum.

 

Løgmaður sigur, at nú, síðst í mai, er ætlanin at hava eina almenna ráðstevnu, har ymisk evni úr heildarætlanini verða tikin fram og umrødd. Eftir hetta verða bæði stýrisbólkurin, og verkbólkurin, settir.

 

– Seinastu árini hava nógvar søgur verið um rúsevni í føroysku miðlunum. Samstundis er kriminella umhvørvið vorðið alsamt harðari, sigur løgmaður. Og hann leggur afturat, at hann vil, at Føroyar framvegis skulu vera besta og tryggasta staðið at liva og vaksa upp, og tí vil hann als ikki góðtaka at harðskapur fer fram í býarlívinum.

 

Tí ætlar hann at fáa greiðu á, um harðskapurin, vit hava hoyrt um síðstu tíðina, hevur samband við rúsevnismisnýtslu, og, hvussu trupulleikin í roynd og veru, er.

 

Somuleiðis vil hann hava hava greiði á, hvørji átøk kunnu setast í verk fyri at avmarka harðskapin og gera náttarlívið tryggari. Ein máti kundi verið við at løgreglufólk vóru meiri til gongu í miðbýnum um vikuskiftini og ein máti kundi eisini verið at gjørt meiri burtur úr at havt Náttarravnarnar runt í býnum. Tað eru sjálvboðin, sum ganga runt og tosa við fólk, og hjálpa teimum, har tað krevst. Eisini hevur tað verið frammi í seinastuni um at seta vakmyndatól upp í náttarlívinum.

 

Fleiri av tiltøkunum í heildarætlanini ímóti rúsevnum, kunnu eisini vera við til at avmarka harðskap, sigur løgmaður. Her hugsar hann um nýggja PSP-samstarvið og SSP+ samastarvið, sum ætlanin er at seta í verk.

 

PSP-samstarvið er eitt samstarv ímillum psykiatri, sosialar myndugleikar og politiið, sum serliga er ætlað fólki, sum hava trupulleikar, men sum ikki sjálvir søkja sær hjálp. Í Føroyum fer Kriminalforsorgin eisini at verða part av samstarvinum.

 

SSP+ samstarvið er til ung ímillum 18 og 24 ár, sum hava trupulleikar við rúsevnum og keðiligari, ella kriminellari, atferð. Ætlanin við samstarvinum er at hjálpa og stuðla teimum aftur á beina kós. SSP+ samstarvið fevnir millum annað um politiið, Almannaverkið, ALS, Dugna, Megna Títt Lív og Kriminalforsorgina, sigur løgmaður.