Tað er gleðiligt, at nógv av valevnunum ynskja fleiri fjølbroyttar bústaðir. Men líka so harmiligt er tað, tá somu fólk vilja fara burtur frá framskygdulutaíbúðarverkætlanini framvið Villingardalsvegnum.
Havnin má ikki bara vera fyri tey fáu. Loysnin á bústaðarneyðini er tíverri ikki einans at stykkja út ella fáa fleiri eigaraíbúðir í milliónaklassanum. Vit mugu byggja fjølbroyttar og góðar bústaðir, soleiðis at øll fáa verið við.
Og vit kunnu fara í gongd beinanvegin. Kommunan hevur heimild at byggja bæði lestrar- og eldraíbúðir, umframt at byggja almannagagnligar bústaðir saman við Bústøðum.
Hvar skulu vit byrja? Jú, við tí lendinum, sum kommunan longu eigur.
Tað er sjálvandi gott, at fleiri bústaðir eru komnir seinastu árini, men skal alt vera privatar leigu- ella eigaraíbúðir? Er tíðin ikki komin til at raðfesta lestrar-, eldra- og lutaíbúðir?
Borgarstjórin átti at verið samdur, men heldur roynir hann at skjóta við skørpum.
Í felag mugu vit tryggja okkum, at okkara borgarar hava ein góðan og tryggan bústað at liva og virka í. Hesum fari eg at arbeiða fyri í býráðnum.
Tí vænti og vóni eg, at avgerðin um ætlanina við Villingardalsvegin verður broytt. Endalig støða skal takast eftir kommunuvalið seinni í ár. Tá eiga vit at halda fast í lutaíbúðarætlanini.
Elsa Berg
Valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu