Nú eigur B68 heimavøll ímóti KÍ

Í morgin vera tríggir dystir í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið

Mikudagin 29. apríl fara B68 og KÍ at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið á Svangaskarði

Sunnudagin vann KÍ sannførandi 6-1 sigur ímóti B68 í Klaksvík. Í kvøld hava bæði KÍ og B68 vunnið seg víðari í kappingini um løgmanssteypið. Í báðum førum var tað við trivaligum heimasigri. KÍ vann 6-0 á heimavølli ímóti ÍF, og B68 vann 7-0 á heimavølli ímóti MB.

 

Mikudagin 29. apríl hittast B68 og KÍ í fjórðingsfinaluni. Tað verður á Svangaskarði.

 

Í dag vann B36 3-0 á útivølli ímóti FC Suðuroy, og í kvøld vann HB 2-0 ímóti B71 í Gundadali.

 

Í fjórðingsfinaluni hittast HB og B36 í Gundadali.

 

FC Hoyvík hevði vitjan av TB, og tá var tað neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at FC Hoyvík hevði tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni við 4-1 sigri. Eftir vanliga leiktíð var 1-1.

 

Í morgin vera tríggir dystir í kappingini um løgmanssteypið. Teir eru Víkingur – AB, 07 Vestur – Skála og EB/Streymur – NSÍ.

 

Tá verður tað greitt, hvørji trý tey síðstu liðini vera í fjórðingsfinalunum, sum vera mikudagin 29. apríl.

 

Í fjórðingsfinaluni fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti vinnaranum millum Víking og AB, og fjórða fjórðingsfinalan verður millum vinnararnar av 07 Vestur/Skála og EB/Streymi/NSÍ.

 

 

 

KÍ – ÍF 6-0 (3-0)

 

1-0: Erland Hustad 21.

 

2-0: Árni Frederiksberg br 29.

 

3-0: Dávid Reynheim 30.

 

4-0: sjálvmál 49.

 

5-0: Hampus Näsström 58.

 

6-0: Deni Pavlovic 71.

 

 

 

B68 – MB 7-0 (1-0)

 

1-0: Ramzi Toure Idrissou 44.

 

2-0: Loick Jean Henri Lespinasse 48.

 

3-0: Ramzi Toure Idrissou 58.

 

4-0: Djóni Samuelsen 63.

 

5-0: Baldur Niclasen 77.

 

6-0: Baldur Niclasen 79.

 

7-0: Baldur Niclasen 87.

 

 

 

FC Hoyvík – TB 4-1 (0-1) eftir longda leiktíð

 

0-1: Jóhan Renéson Thomsen 17.

 

1-1: Daniel Adei 78.

 

2-1: Ingolf Aron Tvørfoss 105.

 

3-1: Julian Frankieson 110.

 

4-1: Ingolf Aron Tvørfoss 113.

 

 

 

HB – B71 2-0 (2-0)

 

1-0: Storm Pettersen 11.

 

2-0: Áki Johannesem 16.

 

 

 

FC Suðuroy – B36 0-3 (0-1)

 

0-1: Bartal Páll Klein 26.

 

0-2: Torgeir Børven br 50.

 

0-3: Jógvan Kárason Gullfoss 68.

 

Mikudagin 29. apríl fara B68 og KÍ at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið á Svangaskarði