Nú er B36 á bronsuplássi

07 Vestur megnaði á ongan hátt at endurtaka avrikið fyri viku síðani, tá ið teir vunnu stig í Gundadali

Fyri fimtu ferð á rað fór B36 í dag av vøllinum við úrtøku. B36 vann trivaligan 3-0 sigur á heimavølli ímóti 07 Vestur. Harvið er B36 úrtøkan í fimm dystum 13 stig. Samlaða úrtøkan er 16 stig, og árstalsfelagið er nú á triðja plássi – fimm stig aftanfyri Víkingi og eitt stig frammanfyri HB.

 

Michal Przybylski setti hol á, tá ið tað restaði eitt stórt korter av fyrra hálvleiki. Vongverjin í vinstru Magnus Egilsson legði innfyri úr vinstru, og við høvdinum stýrdi Michal Przybylski bóltin umvegis handara stólpa og í málið.

 

Gestirnir saknaðu Jasper Van Der Heyden, sum ikki var við í dag, men støðan kendist ikki at vera vónleys, tá ið teir fóru at hvíla seg, men fyrstu løtuna eftir steðgin var heimaliðið greitt omaná. Ein tími var farin, tá ið B36 vann brotsspark, sum miðvallarin Magnus Holm Jacobsen umsetti til 2-0 leiðslu, og 12 minuttir seinni var tað miðvallarin Andrass Johansen, sum staðfesti trivaligan heimasigurin.

 

-Mótstøðumenninir lógu aftarlaga, so vit vóru nógv á bóltinum í fyrra hálvleiki. Men tað megnaðu vit ikki væl, og tað var kærkomið, at vit fingu hol á. Fyrsta korterið eftir steðgin riggaði tað væl, og tíbetur eydnaðist tað við brotssparki at økja um munin til 2-0. Vit vistu, at 07 Vestur kann vera vandamikið í skjótum álopum, og tað megnaðu vit væl at byrgja fyri. Nú ein triðingur er farin av kappingini eru vit nøgdir at vera á triðja plássi, men tað eru lutir, sum vit eiga at megna frægari, enn vit higartil hava megnað, og tað arbeiða vit við, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

-Hetta var ikki góður dagur hjá okkum. Hugburðurin var góður, men teir vóru kringir at vinna mál úr støðum, og so varð tað tungt. Higartil í ár hava vit spælt seks ferðir á útivølli og tríggjar ferðir á heimavølli. Vit eru ikki so illa nøgdir við avrikini og úrtøkuna, sum er níggju stig, og vit rokna vit, at tað fer at ganga rætta vegin, sigur 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen.

 

 

 

 

 

B36 – 07 Vestur 3-0 (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski

 

2-0: Magnus Holm Jacobsen br

 

3-0: Andrass Johansen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Magnus Holm Jacobsen, Michal Przybylski – Martin Agnarsson, Andrass Johansen, Ragnar Samuelsen – Brian Jakobsen

 

Gult kort:

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Mathias Voss, Mads Skøtt Winther, Dánjal Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen – Albert Theis Nielsen, Ronni Møller-Iversen, Teitur D. Olsen – Mads Borchers

 

Gult kort:

 

Venjari: Michael Schjønberg