Nú er farið langt út um mark

Tað, sum hendir nú, er ótrúliga hugstoytt, heldur forkvinnan í Megd, sum vil hava politiska myndugleikan at traðka í karakter

Hetta er so hugstoytt at eg havi ikki orð fyri tí. Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, nú pedagogarnir í Almannaverkinum, enn einaferð, eru farnir í verkfall. Støðan er so mikið álvarslig, at í morgun staðfesti Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at í summum førum er lív og heilsa sett í váða.

 

Les meiri um tað her: Vit fáa ikki veitt eina forsvarliga tænastu

 

Tóra við Keldu sigur, at nú eru vit aftur í støðuni, sum tey hava ávarað ímóti í fleiri ár. Hon sigur, at hesi seinastu sjey árini hava tey, óteljandi ferðir, heitt á partarnar um at finna eina varandi avtalu, sum tryggjar, at viðskiftafólkini hjá Almannaverkinum ikki verða rakt í einum verkfalli. Men hon ásannar eisini, at tað er akkurát einki hent og tí standa vit aftur í eini støðu, sum í roynd og veru er ótrúliga primitiv, og sum ikki hoyrir heima í einum framkomnum samfelagi.

 

– Tað er ótrúliga hugstoytt, at vit aftur eru komin í eina hesa støðuna. Eg virði verkfalsrættin til fulnar, men tað má vera eitt mark fyri, hvussu hart ein slíkt verkfall rakar – og nú er farið langt út um mark, sigur hon.

 

Tóra við Keldu sigur, at støðan er rættiliga álvarsom og hon torir ikki at hugsa tankan um, hvussu støðan verður, heldur verkfallið á í eina tíð. Hon heldur ikki, at Løgtingið skal leggja seg út í eitt verkfall. Men har afturímóti heldur nú, at nú má politiski myndugleikin traðka í karakter. Hon heldur, at nú má politiski myndugleikin taka ábyrgd og at kalla saman aftur til samráðingar – og partarnir skulu ikki sleppa frá samráðingarborðinum aftur fyrr enn semja er um ein sáttmála. Tað er okkara staðiliga áheitan, sigur Tóra við Keldu.

 

Hon  heldur, at í longdini loysir tað ongan trupulleika, at Løgtingið leggur upp í, tí so standa vit aftur í somu støðu aftur næstu ferð, samráðingar skulu vera. Tí vildi hon heldur, at partarnir seta seg saman, og finna eina varandi og loysn, og gera eina virðiliga avtalu, sum tryggjar hesar bólkarnar ímóti at verða raktir í einum verkfalli. Teir eiga ikki at verða raktir í einum verkfalli, staðfestir hon. Í øðrum londum finna tey út av at gera eina slíka skipan, og tað er hugstoytt, at tað ikki eisini ber til hjá okkum eisini. Men hon heldur, at tað er eitt prógv um fullkomiliga mangandi virðin fyri hesum samfelagsbólkinum.

 

Les eisini: Vit eru trýst til at fara í verkfall

 

– Summi av hesum fólkunum búgva á bústovnum, men nú verkfall er, verða nøkur av teimum rikin heimanífrá og tað hoyrir ongastaðni heima. Hvør annar verður rikin úr sínum egna heimi tí at tað er verkfall, og hvør hevði góðtikið at onkur kom og segði við tey, at nú er verkfall so nú kanst tú ikki vera heima longur, spyr hon. Hon sigur, at tað eru ikki øll, sum hava nakran at flyta til hesa tíðina, verkfall er.