Vit eru trýst til at fara í verkfall

Tað hevur alla tíðina verið endamálið hjá Fíggjarmálaráðnum at vit skuldu fara í verkfall, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum

Hetta er ein støða, sum Fíggjarmálaráðið hevur trýst okkum út í. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. Samráðingarnar um nýggjan sáttmála slitnaðu fyri fleiri døgum síðani, og síðani tá hevur Pedagogfelagið verið í nøkrum 24 tíma verkføllum.

 

Men í morgun langaðu tey til og lýstu verkfall á øllum økjum, og sostatt eru næstan 1.900 pedagogar og hjálparfólk farin í verkfall í morgun. Tað merkir, at barnagarðar og vøggustovur kring landið eru lukkað, og pedagogar í fólkaskúlanum, forskúlum, og frítíðarskúlum, eru eisini í verkfalli. Og tað eru pedagogarnir í almannaverkinum eisini.

 

Verkfallið í Almannaverkinum svíður serliga illa, tí tað merkir, at verkstøð, bústovnar, og allir aðrir stovnar til fólk við serligum tørvi í Almannaverkinum, eru mestsum lukkað. Sambært stjóranum í Almannaverkinum i KvF, hevði Almannaverkið biðið um 140 undantøk, tí hann metir, at tað er hetta, sum krevst fyri at sleppa undan at seta lív og heilsu í váða. Men tey hava fingið 16 undantøk.

 

– Vit vita, at Almannaverkið er í eini ógvuliga ringari støðu - men tað er Fíggjarmálaráðið, sum hevur sett tey í hesa støðuna, ikki vit, sigur Jógvan Philbrow. Tað er Fíggjarmálaráðið, sum má koma við loysnunum, leggur hann afturat.

 

Men hann er eisini sannførdur um, at hetta er ein miðvíður taktikkur frá Fíggjarmálaráðnum at tvinga Pedagogfelagið í verkfall, fyri at trekkja tenninar úr felagnum fíggjarliga, fyri at tey ikki skulu hava ráð til at verja rættindini hjá limunum.

 

Jógvan Philbrow sigur, at verkfallið snýr seg um at fáa pedagogum so mikið góðar arbeiðsumstøður, at tey ikki verða sjúk av tí. Tað er ikki bara ein spurningur um at fáa fleiri starvsfólk, men eisini um at geva pedagogum umstøður til at røkja tær uppgávur, teira hava. Tað hava verið ov nógvar sparingar í ov nógv ár, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum. Og hann sigur, at tá ið tey hava tikið eitt so víðgongt stig, sum at fara í verkfall, er tað tí at tey meina tað í álvara, so hetta verkfallið fer at taka ta tíð, sum krevst.