info
Ongi úrslit

Vit fáa ikki veitt eina forsvarliga tænastu

 Vit eru í eini støðu, har lív og heilsa er í váða, sigur stjórin í almannaverkinum

Áki Bertholdsen
14. juni 2021 kl. 10:53

 Vit kunnu ikki annað enn at taka eitt samdøgur ísenn. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, nú pedagogarnir á stovnum undir Almannaverkinum eru farnir í verkfall í morgun. Edvard Heen sigur, at tey søktu Pedagogfelagið um at fáa 139 undantøk, tí tey meta, at tað er tað minsta talið sum krevst av starvsfólki fyri at sleppa undan at lív og heilsa verður sett í vanda.

Men tey fingu bara 16 undantaksloyvi og stjórin í Almannaverkinum sigur, at avleiðingin av hesum er, at tey verri enn so tað neyðuga talið á starvsfólki til kunna veita eina forsvarliga tænastu. Vit eru í eini støðu nú, har lív og heilsa er í váða, leggur hann afturat.

Bústovnarnir undir almannaverkinum er heimið hjá teimum, sum búgva har, men í nøkrum førum er støðan tann, at tey kunnu ikki vera heima og tí hava avvarðandi verið noydd til at taka tey heim til sín. Stjórin í Almannaverkinum heldur, at tað er rættiliga prinsipielt, at fólk ikki skulu vera noydd at fara heimanífrá, men tað er so støðan, nøkur av búfólkunum á stovnunum eru í.

Edvard Heen sigur, at sum støðan er nú, kunnu tey ikki annað enn at taka ein dag í senn og meta um støðuna frá degi til dags. Men hann sigur, at hetta er ein støða, sum ikki kann halda fram og tí er tað hansara staðiliga áheitan á stríðandi partarnar um at finna eina virðiliga loysn.

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, metir Pedagogfelagið, at tey eru kroyst til at fara í verkfall - og tað er við beráddum huga. Les meiri um tað her. Vit eru trýst til at fara í verkfall

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

22 tímar síðan

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndir: Ruskbilurin lyftur úr urtagarði á Argjum

35 minuttir síðan
Tíðindi

Video: Stór­ar­beiði at fáa rusk­bilin úr urta­garði­num á Argjum

46 minuttir síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

1 tími síðan
Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

7 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

8 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Italia megnaði javnleik á útivølli í Fraklandi

8 tímar síðan
Hondbóltur

19 føroysk mál í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

9 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Slovakia

9 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar liva í vónini um at halda fram

10 tímar síðan
Tíðindi

Vesuvius og Napoli sædd úr rúmdini

10 tímar síðan
Ítróttur

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

10 tímar síðan