Nú er GÍ koppað av fótbóltstrónuni

HB, sum bara spældi við tíggju monnum meiri enn helvtina av tíðini,

gjørdi ellivu gøtumonnum til skammar


Teoretiski møguleikin hjá gøtumonnum at endurvinna meistaraheitið fyri fimtu ferð á rað hvarv í góðveðrinum í Gundadali týskvøldið, har nógvir fótbóltsspælarar og venjarar vóru at síggja í áskoðarafjøldini.

HB hevur seinnu árini havt gott tak á GÍ, tá liðini hava spælt í landskappingini í Gundadali, og hesa ferð vunnu teir 2-0 og varðveittu harvið lítla møguleikan fyri at vinna FM. HB sigurin hevur við sær, at tað fer ikki at bera til hjá B36 at vinna FM heitið, tá teir annan sunnudag fáa vitjan av NSÍ, uttan at B68 megnar minst javnleik ímóti HB, tá sigursharrarnir týskvøldið fara inn á Svangaskarð.


Vóru nógv

meiri sannførandi

Tað var stórur munur á teimum gulu og teimum stríputu. Longu tá 37 minuttir vóru farnir, varð Mikkjal Thomassen rikin av vølli (gul kort fyri at taka við hondini og takling aftanífrá), og tveir minuttir fyri hálvleik noyddist liðformaðurin á landsliðnum, Jan Dam, at fara út, tí hann var skaddur. Hann kom ikki innaftur, og alt hetta kundi bent á, at tað fór at vera GÍ, sum í 2. hálvleiki fór at verða spælstýrandi og fór at fáa málini.

Men tað gekk akkurát, sum tað hevði gingið fyrra umfarið. HB menninir, sum fingu ein sera nærlagdan og skilagóðan Jógvan H. Samuelsen inn á aftasta mann, vóru ágrýtnir, teir arbeiddu nógv, fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum, bakkaðu væl upp, vóru sannførandi í nærdystunum og spældu taktiskt skilagott. Tað var sum um teir vildu vísa, at teir eru betri, enn 6-0 tapið niðri á Kypros kundi bent á.


Líkasælir gøtumenn

GÍ gjørdi tað ikki torført hjá HB at spæla, sjálvt um teir á heimaliðnum stóran part av tíðini bara vóru tíggju.

Tað er langt síðani, at gøtumenn, sum annars eru kendir fyri ágrýtni, felags stríðsvilja og ferðmikið spæl, hava verið so dovnir og líkasælir, sum teir vóru týskvøldið. Hóast teir meiri enn helmingin av tíðini høvdu ein mann fleiri á vøllinum, enn mótstøðumenninir, so sá tað út sum um teir vóru undirmannaðir. Teir høvdu bóltin nógv, men tað bleiv ikki til meiri enn aftur og fram á egnari hálvu. Gjøgnumbrot í síðunum og eftir miðásinum sást einki til, og íalt høvdu teir ikki meiri enn einar fimm ella seks royndir ímóti málinum.

HB var betri á miðvøllinum, har Ingi Rasmussen og Rúni Noløse aftur og aftur megnaðu at yvirspæla Magna Jacobsen, Paula Jarnskor og Sámal Joensen, og Henning og Magni Jarnskor vóru í stuttum tjóðri í álopinum, tí ávikavíst Bjarki Mohr og Hans Fróði Hansen eltu teir og ansaðu teimum sera væl.

Gøtumenn royndu at yvirmanna álopspartin í 2. hálvleiki, tá Símun Petur Justinussen ofta fór fram, men tað spurdist einki burturúr. Í staðin gjørdust kontraálopini hjá HB vandamikil, eisini tí at GÍ menninir gjørdu eina røð av mistøkum, tá teir royndu at samanspæla.


Mál og møguleikar

Hóast teir so at siga vóru niðurspældir, so var tað um reppið, at GÍ fekk leiðslumálið og harvið kanska sigurin. Støðan var framvegis 0-0, tá Henning Jarnskor slapp leysur, hann lyfti bóltin uppum Kaj Leo Johannesen, sum leyp út, HB málverjin tveitti seg, men alíkavæl eydnaðist tað honum at verja fyri.

HB hevði fleiri møguleikar. T.d. høvdu Rúni Nolsøe og Hallur Danielsen góðar langskotsroyndir, og Uni Arge stútaði eftir innlegg frá Allani Mørkøre við síðuna av.

HB fekk hol á, tá 73 minuttir vóru farnir. Allan Mørkøre, sum fór av miðvøllinum og á vongverjan í høgru, tá vongverjin fekk reyða kortið, kom til skot úr spískum vinkli í høgru, Jens Martin Knudsen mundi rokna við innleggi, og bólturin fór sendandi ímillum nærra stólpan og málverjan.

Seinna málið áttu Janus Rasmussen og kanska serliga Jens Martin Knudsen sín part av skyldini í. Tað restaðu tríggir minuttir, tá HB spældi langan bólt fram á GÍ hálvuna, har Janus Rasmussen og Uni Arge vóru einsamallir. Jens Martin Knudsen leyp óneyðugt út, bóturin fór framvið teimum øllum, og Uni Arge var fyrstur á og kundi trilla bóltin í tóma málið.

Stórur fagnaður í HB skýlinum og inni á vøllinum, men tøgn í B36 skýlinum og í vestara skýlinum. HB hevur kós ímóti silvurkrónum, og Europa Cup, samstundis sum teir enn hava møguleika at vinna FM, og GÍ røkkur neyvan meiri enn bronsukrónum ella kanska einum fjórða plássi. Hvat tað verður, velst ikki minst um, hvussu uppsettir teir fara at verða komandi vikurnar. At motivatiónin bara kann vera størri, enn hon var í Gundadali, var sjón fyri søgn.jh



Hagtøl

HB-GÍ 2-0 (0-0)

1-0: Allan Mørkøre

2-0: Uni Arge

HB: Kaj Leo Johannesen - Mikkjal Thomassen, Hans Fróði Hansen, Jan Dam (Jógvan H. Samuelsen, 46), Bjarki Mohr, Hallur Danielsen (Andrew av Fløtum, 85) - Allan Mørkøre, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe - Uni Arge (Gunnar Mohr, 89), Jens Erik Rasmussen

Gult kort: Uni Arge og Rúni Nolsøe

Reytt kort: Mikkjal Thomasseen (tvey gul kort) 37

GÍ: Jens Martin Knudsen - Pól Ennigarð (Leivur Hansen, 79), Janus Rasmussen, Símun Petur Justinussen, Agnar Højgaard, Øssur Hansen - Pauli Jarnskor (Heini Heinason, 75), Magni Jacobsen (Erland Tvørfoss, 58), Rúni Nolsøe - Henning Jarnskor, Magni Jarnskor

Gult kort: Agnar Højgaard, Henning Jarnskor og Poul Ennigarð

Dómari: Bergur Magnussen