Nú er samgongan skrædnað

Tingmaður í Sambandsflokkinum vil ikki longur vera í samgongu við Miðflokkin

Nú sigur Johan Dahl stopp

Samgongan ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin er skrædnað. Tað er greitt eftir at Løgtingið nú hevur endaliga samtykt uppskotini um at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur.

 

Í Degi og Viku í kvøld staðfesti Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at hann vil ikki longur vera við í eini samgongu við Jenis av Rana, landsstýrismanni fyri Miðflokkin.

 

Hann vísir á, at Jenis av Rana hevur sett seg upp ímóti almenna koronupolitikkinum hjá landsstýrinum, og tað skuldi hann ikki verið sloppin. Men tað er hann tíverri sloppin, men nú sigur Johan Dahl stopp.

 

Tí sigur hann, at hann hevur gjørt løgmanni greitt, at hann vil ikki framhaldandi stuðlað eini samgongu, við Miðflokkin, tí hann vil ikki halda fram at stuðla eini samgongu, sum gevur Jenisi av Rana tað vald, hann hevur.

 

Hann leggur kortini afturat, at hann er framvegis limur í Sambandsflokkinun.

 

 

 

Nú sigur Johan Dahl stopp