Nú er sjúklingatrygdin í vanda

Í morgin verða øll undantøk tikin aftur í sjúkrahúsverkinum. Og nú er sjúklingatrygdin veruliga í vanda, sigur sjúkrahússtjórin

 

Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í morgin verða øll undantøk tikin aftur.

Undantøkini, sum hava verið givið sjúkrahúsverkinum, verða tikin aftur í morgin klokkan 16. Og tað merkir, at nú er sjúklingatrygdin í vanda, segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, við Kringvarpið.

Hann sigur, at tey brúka dagin í dag og dagin í morgin til at fyrireika tað mest neyðuga, sum tey kunnu gera. Tey seta tænastufólk inn á deildirnar, men tá oman fyir 300 sjúkrarøktarfrøðíngar eru í verkfalli, so hava teir 18 tænastumenninir í sjúkrahúsverkinum ongan kjans at røkja deildirnar soleiðis, at sjúklingatrygdin ikki er í vanda.

 

Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í morgin verða øll undantøk tikin aftur.