Nú er Havnin til reiðar at yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum. Tað boðar býráðið frá í tíðindaskrivi nú í kvøld.
Tey hava brúkt eina tíð upp á at fyrireika yvirtøkuna og úrslitið av tí arbeiðnum er savnað í einum arbeiðsriti fyri Heilsu- og umsorganartænastuna í Tórshavnar kommunu.
Yvirskipaði setningurin hjá býráðnum er at vit skulu vera Virkin og vakin – alt lívið, og býráðið hevur nú sett út í kortið tey krøv og tær vónir, Heilsu- og umsorganartænastan skal liva upp til, umframt lógarkrøvini annars.
- Kjarnuuppgávurnar eru røkt, viðgerð, heilsustimbran, fyribyrging og endurvenjing, sigur býráðið.
Heilsu- og umsorganartænastan er í trimum eindum, har meginuppgávan er at samskipa allar tænastur og øll tilboð á økinum í eini tvørfakligari toymisskipan.
Í vikuni eru átta ymisk toymi sett at arbeiða við ymsum pørtum av Heilsu- og umsorganartænastuna, eins og at fyrireika alla yvirtøkuna í sambandi við starvsfólk, fígging, tænastur, o.s.fr |