Nú fáa tey nýggjan skúla í Klaksvík

Tað eru landskassin, Klaksvíkar kommuna, og Bústaðir, sum fíggja verkætlanina í felag

Klaksvík av Háfjalli. Pól Sundskarð tók myndina

Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Uppskotið er skrivað og tað er sent avvarðandi pørtum til ummælis. Ætlanin er so at leggja uppskotið fyri Løgtingið eftir ólavsøki.

 

Hetta er ein gomul ætlan, men stígur kom í hana tí byggingina tí tað varð dýrari enn ætlað. Tí fer landskassin nú at játta fimm milliónir til innbúgv og annan útbúnað, men tað er treytað av, at skúlin sjálvur játtar somu upphædd til endamálið.

 

Annars hevur Løgtingið samtykt, at landskassin skal lata 21 milliónir í stuðuli til byggingina, men nú verður tann játtanin hækkað upp í 37,3 milliónir og sostatt verður játtanin hækkað 16,3 milliónir.

 

Eftir nýggju ætlanini fer skúlin og næmingaheimið at kosta 67 milliónir. Landskassin og Klaksvíkar kommuna fíggja 21 milliónir hvør og tað er til sjálvan skúlan og so fíggja Bústaðir 25 milliónir og tað eru næmingabústaðirnar.

 

Skúlin lýkur ikki treytirnar fyri at byggja mvg frítt, so av teimum 16,3 milliónunum, sum játtan hjá landskassanum hækkar, eru 11,6 milliónir mvg, sum skúlin fær í stuðuli.

 

Tilsamans kostar verkætlanin 85,6 milliónir við mvg. Við ráðgeving, projektering, eftirlitið og øllum

 

Klaksvík av Háfjalli. Pól Sundskarð tók myndina