Nú rýma Johan og Rakul Dalsgaard úr Fámará.
Tað vátta tey fyri in.fo
Kringvarpið segði á miðdegi at tey nú hava fingið boð úr Fiskimálaráðnum um at Búnaðarstovan hevur borið seg lógliga at og at hjúnini tískil fara úr Famará
Fiskimálaráðið sigur, at hóast Búnaðarstovan í einum føri hevði tikið ósaklig aldursatlit, og hóast hon ikki hevði útvegað sær ískoytisupplýsingar, er avgerðin um, hvør skal hava festið, lóglig.
Sostatt staðfestir Fiskimálaráðið avgerðina um festið í Fámara.
- Vit kundu gjørt av at kært og klagað til Løgtingsins Umboðsmann og aðrar stovnar, men vit hava gjørt av at blaka handklæði í ringin, siga Johan og Rakul Dalsgaard.
Tey siga, at nú fara tey at pakka og um eina viku eru tey farin úr Fámará.
Í fyrstu atløgu fara tey til Havnar, men tey eru farin at kanna aðrar møguleikar. Eitt nú hava tey funnið ein bóndagarð á Fjóni, sum tey hava fingið gott eyga til.
-Ætlanin er at flyta av landinum í vár.
- Fámará hevur fylt alt okkara lív í tvey ár. Hetta hevur verið ómetaliga hart, serliga eftir at streymurin varð tikin í vár.
- Í meiri enn tvey ár hava vit brúkt alla okkara orku og allar okkara pengar upp á at varðveita festið, tí vit eru so góð við staðið.
- Tað var við at slíta okkum upp, men Fámará hevur ikki størri týdning, enn vit bæði hava sum menniskju, og tískil hava vit nú tikið tað støðu, at nú er nokk og tí geva vit skarvin yvir, siga Johan og Rakul.
- Hetta kann ikki sleppa at fylla alt í okkara lívi longur, og tí halda vit nú upp at, leggja tey afturat.